Saman við IRF, fer Kvívíkar kommuna undir eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum.
Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger.
Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).
Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani eru tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:
· Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
· Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.
Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.
Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.
Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.
· Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
· Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
· Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr.
· Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.
Fleiri upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald.
Til ber eisini at lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk og møguleiki er eisini at innlima seg í føroyska facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.
Eitt Bokashi sett frá Kvívíkar kommunu er ókeypis. Tey sum eru áhugaði kunnu melda til við at senda telupost til kommununa This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Settini verða útleveraði, tá ið fleiri tilmeldingar eru komnar.