Hesi størv eru leys at søkja til
- Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu
- Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv
- Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið
Føst størv
- Heilsuhjálpara til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 - at byrja skjótast til ber
- Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 - at byrja 01.03.2021
Farloyvisstørv
- Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022
- Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022
- Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran
- Viðkomandi útbúgving og góðkenning
- Telduførleika á brúkarastøði
- Koyrikort til persónbil
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Skipaða innleiðslu
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231
- Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259
- Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara eru á heimasíðuni veks.fo