So var aftur tíð til okkara árliga ruddingardag í kommununi.

Byrja verður við morgunmati klokkan 09.00 í Glæmuni í Kvívík, og í skúlanum í Leynum.
Bygdafólkið á Skælingi, á Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum.
Bygdafólkið á Válinum og í Kvívík møta í Glæmuni í Kvívík.
Aftaná morgunmatin verður farið runt í bygdunum, at rudda upp.
Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur til suppu, og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.
Øll húsarhald fáa ein posa við sniglagift.