Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14. juli til 19. juli. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

"Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum", sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á ferðini vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Leygardagin 17. juli vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Kvívík.

Hennara hátign Margretha drotning fer at vitja útgrevsturin og vatnturbinuna.

Í Kvívík verður móttøka á Kirkjusandi, har borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen og frú Signe Skaaning taka ímóti. Drotningin fær eisini høvi til at heilsa upp á restina av kommunustýrinum.

Meira kunning um vitjanina verður, tá ið vitjanin nærkast.

Vit gleða okkum til at taka ímóti drotningini og vóna, at nógv koma at heilsa henni á stuttu vitjanini í Kvívík.