Fylgið við Hennara hátign Margrethu drotning kemur til Kvívíkar leygardagin 17. juli.
Móttøka verður kl. 13:40 á Kirkjusandi, har Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, saman við frú tekur ímóti. Borgarstjórin presenterar bygdaráðið, og drotningin fær handað blómur
Síðan verður gingið yvir til minnismerkið um Stella Argus, har Dánjal Joensen, versonur ein teirra, ið fórst við Stella Argusi, tekur ímóti
Frá Minnismerkinum fer drotningin til gongu stutta túrin til útgrevsturin "Niðri á Toft", har Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur frá Tjóðsavninum, tekur ímóti, og drotningin fær høvi at hyggja at útgrevstrinum
Frá útgrevstrinum verður drotningin koyrd fram til Mylluhúsið, har borgarstjórin fer at greiða frá vatnverkinum, sum útvegar hita til dagstovnin og skjótt eisini til skúlan
Síðan fer fylgið inn í Áarlon, har listamaðurin Ole Jacob Nielsen fer at presentera gávu frá Kvívíkar kommunu til Hennara Hátign
Kl. 14:50 er vitjanin komin at enda, og borgarstjórin heilsar Hennara hátign Margrethu drotning farvæl
Eftir at fylgið er farið úr Kvívík, er almenningurin vælkomin inn í Áarlon til ein kaffimunn, har høvi verður at síggja stórfingnu gávuna til drotningina frá Kvívíkar kommunu.
Í sambandi við drotningavitjanina verða parkeringsøkini niðri á Kirkjusandi, niðri á Túni og út ímóti ánni við Áarlon stongd fríggjakvøldið 16. juli frá kl. 18 og til leygardagin kl. 15.
Í hesum sambandi eru fólk vælkomin at seta bilarnar niðri í Urð og frammi í skúlanum.