Nú nærkast drotningavitjanin, og Margretha drotning verður í Kvívík leygardagin 17. juli.
Vitjanin byrjar á kirkjusandi kl. 13.40. Síðani verður farið til útgrevsturin og her ber til hjá øllum at koma og veittra til Margretha drotning.
Drotningin við fylgi fer síðan niðan til Mylluhúsið og inn í Áarlon. Øll eru vælkomin at standa uttan fyri stovnin og veittra til Hennara Hátign. Børn eru vælkomin at spæla úti í garðinum hesa løtuna.
Eftir at drotningin hevur vitjað í Áarlon, eru øll hjartalig vælkomin inn at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Sunkist verður til børnini.
Øll eru vælkomin at fáa fløgg, sum verða útflýggjað á kommunuskrivstovuni í morgin og fríggjadagin frá kl. 13 til 15.
Kvívíkar kommuna gleðir seg til, at drotningin kemur at vitja og vónar, at Hennara Hátign fær ein góðan dag saman við borgarum í kommununi.
Heitt verður á fólk um at halda frástøðu.