Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum at seta skjótast gjørligt til økið Mørkin.

Starvsbrøkur 1,0, møguleiki er fyri lægri brøki.

Størvini eru í dagvaktumvaktum. Um ynski er um skeivar vaktir og vikuskifti, ber hetta til.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum
starvsfelagum.

 

 

Arbeitt verður út frá hesum støðum

  • Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á
    Streymoynni

 

Førleikar

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga í kliniskum sjúkrarøktararbeiði á stovni og heima hjá borgarum
  • Áhuga í at leggja røktargongdir til rættis og eftirmeta røktargongdir
  • Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar, aðrar fakbólkar og einstaka borgaran
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Koyrikort til persónbil

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um
aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. august 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251

 


Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo