Síðani 1948 hava 60.000 persónar vegna ríkisfelagsskapin verið sendir út. Av hesum búgva 33 í føroyskum kommunum.

5. septembur 2021 er dagurin, har allur ríkisfelagsskapurin takkar veteranum og teirra avvarðandi fyri teirra part. Veteranar hava stríðst fyri tí tryggleika, sum er grundarsteinurin í okkara samfelag.

Saman við øðrum kommunum í ríkisfelagsskapinum vil Kvívíkar kommuna vísa hesum veteranum og avvarðandi virðing við at flagga henda dagin.