Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

 

Føst størv

  • Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8

  • Heilsurøktari, brøk 0,7

  • Heilsuhjálpari, brøk 0,7

Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

 

Farloyvisstørv

  • Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 frá 01.11.2021 – 31.10.2022
  • Heilsurøktari, brøk 0,8 frá 01.10.2021 – 31.10.2022

 

Førleikar/krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið
  • telduførleika á brúkarastøði
  • koyrikort til persónbil

 

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

ella til:

Heimastænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Miu Pedersen, eindarleiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni veks.fo