Týskvøldið 5. oktober bjóðar sjúkrahúsverkið støkk inn koppseting á kommunuskrivstovuni (Frammi í Gerði 1) frá kl. 17:30-18:00.

Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum 12 ár og eldri, sum eru búsitandi í Føroyum, ella sum uppihalda sær í Føroyum, frítt at taka av tilboðnum.

Tað hevur stóran týdning fyri tey, ið hava fingið fyrra prikið at hava gula koppsetingarkortið við. Tað skulu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.