Í oktober vóru 25 ár, síðan Regin Djurhuus varð settur sum arbeiðsmaður hjá Kvívíkar kommunu. Í 2001 varð Regin settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi, tað starvið røkti hann til 2018. Eisini hevur Regin í nógv ár verið virkin sum leiðari hjá Kvívíkar sløkkiliði.

Hetta varð hátíðarhildið í dag við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Regin eina gávu.

Kvívíkar kommuna ynskir Regin hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.