Vegna vánalig veðurlíkindi verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í dag. Hetta ávirkar hesar bygdir: Válur, Kvívík, Stykkið, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Hósvík og Streymnes.

Roknað verður við vánaligum veðurlíkindum í morgin eisini, og tískil verða húsarhaldsposarnir heintaðir seinni í vikuni.