Kvívíkar kommuna søkir eftir einum handverkara til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 1. juni 2022 ella skjótast tilber.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og samstarvssinnaðum handverkara til hetta virksemi.

Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á trivnaðin, og at veita fleiri og betri tænastur til allar okkara borgarar.

Í arbeiðstoyminum starvast formaður, tøknileiðari og fimm fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við viðlíkahaldi av bygningum, vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

Arbeiðsøkið hjá arbeiðstoyminum er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum í øllum bygdunum í kommununi.

Starvsinnihald

  • Vanligt viðlíkahald av bygningum, útbúnaði og øki rundan um bygningarnar
  • Viðlíkahald av vatnverkinum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv

  • Handverkaraútbúgving
  • Koyrikort B
  • Stórt koyrikort og kranaloyvi er ein fyrimunur
  • Góðan tekniskan førleikan og/ella tøkniligan sans
  • Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
  • Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði
  • Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • Umráðandi er, at viðkomandi er røkin, jaligur, væl skipaður, dugir væl við fólki og er tænastusinnað/ur

Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkanna.

Meira fæst at vita

Um hetta hevur tín áhuga ber til at venda sær til Magnus Svarthamar, arbeiðsformmann á telefon 292401 ella Joen Jacob Andreassen, tøknileiðara á telefon 292423fyri at fáa nærri upplýsingar.

Umsókn

Umsóknin og viðkomandi prógv skulu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Freist

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 09.05.2022

Um Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna er virkin og fjølbroytt kommuna við umleið 600 íbúgvum. Kommunan fevnir um bygdirnar Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skæling.