seydur

Vegna trupulleikar við at seyður kemur inn í bygdina, hevur kommunan kannað vetrarfriðingina. Men enn er ikki staðfest, hvar seyðurin sleppur inn. Kommunan fer tí at gera eina roynd við at hegna tvørtur um rulliportið á Víkarvegnum, fyri at vita um tað kann bøta um støðuna. Tí verður Víkarvegur stongur frá niðankoyring "á Heygnum" og niðan til ruskplássið, hesa vikuna, viku 18 í 2022.

Í sama viðfangi vil Kvívíkar kommuna heita á øll, sum ganga um portrini, um at tryggja sær at tey verða afturlatin, so seyður ikki kemur inn tann vegin.