ruddingardagur

So var aftur tíð til okkara árliga ruddingardag í kommununi.

Byrja verður við morgunmati leygardagin 21. mai klokkan 09.00 í Glæmuni í Kvívík, í skúlanum í Leynum og á Válinum. 
Bygdafólkið á Skælingi, á Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum.
Bygdafólkið í Kvívík møta í Glæmuni í Kvívík.
Bygdafólki á Válinum, kunning kemur seinni um hvar møtt verður.
Aftaná morgunmatin verður farið runt í bygdunum, at rudda upp.
Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur til suppu, og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.
Øll húsarhald fáa ein posa við sniglagift.