Kvívíkar kommuna bjóðar aftur í ár ungdóminum at gera smærri umvælingar, so sum at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Arbeiðið gongur fyri seg í hesum tíðarskeiðið:
- Byrjar verður 26. juni og enda verður 7. juli
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Kvívíkar kommunu, sum verða lidnir við 9 flokk í summar. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin frá kl. 8 til 16, fimm dagar um vikuna.
Tilmelding fer fram við at koma inn á kommunuskrivstovuna, ella við at ringja 662400, eisini kann fráboðan sendast við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. innan 16. juni 2023.
Í tilmeldingini skal upplýsast navn, telefonnummar, adressa, teldupostadressa, p-tal og kontonummar.