Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin, 7. juni.

Í Suðuroy er øll innsavningin av húsarhaldsposum forskotin ein dag í viku 23.

 

Harumframt vera hesar broytingar í viku 23:

 

Mikudagin, 8. juni verða posarnir heintaðir í hesum støðum:

  • Syðrugøta
  • Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Oyndarfjørður, Hellurnar, Søldarfjørður, Lambareiði, Lamba, Rituvík og Æðuvík
  • Skála, Strendur og Innan Glyvur
  • Glyvrar, Saltangará, Runavík
  • Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri
  • Norðragøta og Gøtugjógv

 

Hósdagin, 9. juni verða posarnir heintaðir í hesum støðum:

  • Klaksvík
  • Norðoyri
  • Kunoy, Haraldssund, Ánirnar
  • Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður
  • Toftir, Nes og Saltnes
  • Fuglafjørður og Kambsdalur
  • Leirvík