Søkt verður eftir einum starvsfólki (námsfrøðingi, hjálparfólki, lesandi...) til Hellan at byrja 15.august 2022.

Hellan er frítíðarskúli og ungdómsklubbur í Kvívík. Vit halda til niðriundir á dagstovninum Áarlon.

Frítíðarskúlin er seinnapartstilboð til næmingar 1. – 3. flokk.

Ungdómsklubburin er frítíðartilboð til børn/ung 4. flokk til og við 17 ár. Klubburin er virkin trý kvøld um vikuna: Mána-, miku- og hóskvøld, til kl 21.00.

Starvið er 25 – 30 tímar, og møguleiki er at leggja dagarnar til rættis, soleiðis, at arbeiðast kann 3 – 5 dagar um vikuna.

Vit í Hellan leggja áherðslu á gott og lætt huglag. Vit eru nógv úti, vit eru aktiv, og vit brúka náttúruna nógv: Bø (í vetrarhálvuni), haga, ánna, fjøru og tilrættarlagt virksemi.

Vit vænta, at umsøkjari er eldhugað(ur), lættlynt(ur), ábyrgdarfull(ur) og samstarvshugað(ur).

Tann, ið settir verður, fær eitt jaligt starvsumhvørvi, hugagóð og festlig børn/ung og ein arbeiðsaman og stuttligan starvsfólkabólk.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelag).

Umsóknarfreistin er mánadagin 27.juni 2022. Umsóknir sendast til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Vilja tit vita meiri um starvið, eru tit hjartaliga vælkomin at skriva til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella ringja til leiðaran, Jákup S. Jóanesarson, tlf nr 292412.