Søkt verður eftir nøkrum starvsfólkum (námsfrøðingum, hjálparfólkum...) til vøggustovurnar Sóljan og Summardáin at byrja 15.august 2022.

Sóljan og Summardáin eru vøggustovur í Kvívík. Vit halda til á dagstovninum Áarlon.

Vøggustovurnar eru til børn upp til 3 ár.

Størvini eru 30 – 40 tímar, og møguleiki er at leggja dagarnar til rættis, soleiðis, at arbeiðast kann 4 – 5 dagar um vikuna.

Vit leggja áherðslu á gott og lætt huglag. Umsorgan, álit og menning hava fyrstu raðfesting. Vit eru nógv úti, vit eru aktiv, og vit brúka náttúruna nógv: Bø (í vetrarhálvuni), haga, ánna, fjørðu og tilrættarlagt virksemi.

Vit vænta, at umsøkjari er eldhugað(ur), lættlynt(ur), ábyrgdarfull(ur) og samstarvshugað(ur).

Tey, ið sett verða, fáa eitt jaligt starvsumhvørvi, hugagóð, røsk og festlig børn, og ein fakligan, arbeiðsaman og stuttligan starvsfólkabólk.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelag).

Umsóknarfreistin er mánadagin 27.juni 2022. Umsóknir sendast til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Vilja tit vita meiri um starvið, eru tit hjartaliga vælkomin at skriva til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella ringja til leiðaran, Jákup S. Jóanesarson, tlf nr 292412.