Arbeiðið við spillivatnsleiðingin á Áarvegnum og á Túni er nú liðugt. Húsini eru knýtt í nýggju spillivatnsskipanina. Kvívíkar kommuna gjørdi í vár avtalu við fyritøkuna R Transport á Strondum um at leggja spillivatnsleiðingina í einum parti av bygdini. Hesin parturin snúði seg um tey húsini, sum liggja millum Víkarvegin og Stórá. Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Kommuna fegnast um góða og væl úr hondum greidda arbeiðið, sum R Transport hevur gjørt.
Í august varð farið í holt við at knýta tey húsini á Stykkinum í, sum enn ikki vóru íbundin spillivatnsskipanina. Hetta arbeiðið væntar kommuna fer at verða liðugt í heyst. Tá hetta arbeiðið er liðugt, eru øll húsini á Stykkinum, umframt bygdirnar Skæling, Leynar og Válurin knýtt í spillivatnsskipan.
Í Kvívík vantar ein partur av bygdini at verða knýttur í. Hetta snýr seg um húsini eystan fyri ánna og niðan til skúlan og nøkur hús á Víkarvegnum. Borgstjórin vónar at fáa sett pengar av, á komandi fíggjarætlan so at hetta arbeiðið kann halda fram.