Leygardagin 16. septembur var síðsummarhugni í bátahylinum á Válinum, sum trivnaðarnevndin skipaði fyri. Veðrið var gott, men út á dagin fór at regna. Nakað av fólki var komið saman í bátahylinum.

 

Byrjað varð kl. 11 við fiskikapping. Skipað varð fyri fiskikapping fyri bæði børn og vaksin. Nakað av fólki vóru meldaði til. Á økinum vóru settir fleiri sølubásar upp, eisini varð selt úr onkum báti. Har var nógv ymiskt at fáa, alt frá heimavirkaðum vørum til kalvasalat og bomm. Gyklarin Ásbjørn var á vitjan og vísti síni kynstur. Børnini hugnaðu sær og somuleiðis tey vaksnu.

Kl. 13.30 varð veiðan frá fiskikappingin vigað og vinnarar funnir. Á landi var tað fyri børn Rókur R. Hansen sum var vinnari og fyri vaksin Pætur J. Danielsen. Í báti vóru vinnarar fyri børn Marcus Thomasen og Kristian D. Thomasen, sum fiskaðu saman, og Tummas Marni Joensen gjørdist vinnari hjá teimum vaksnu.

Eftir tað helt Súsanna Mortensen røðu, og síðan kom Magni Christiansen, at skipa fyri felagssangi. Dagurin eydnaðist væl, og fólk vóru vælnøgd hóast tað fór at regna.