FUNDURIN ER ÚTSETTUR, NÆRRI KUNNING SEINNI

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini

mikudagin 31. januar 2024 kl. 10.00

Møtt verður á Oyggjarvegnum við "hárnálsvingið" vestanfyri Effo-støðina í Kollfjarðardali

Til viðgerðar: Umsók frá Kvívíkar kommunu um loyvi at gera nýtt vinnuøki á matr. nr. 80a, sum liggur vestanfyri Effo-støðina í Kollfjarðardali, í hagapartinum Leynarhagi Framman fyri Húsini, í Leynar markatalsbygd.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunnu møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inni.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

 

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

Sýslumaðurin
Húsagøta 3
Postboks 3018
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 351448
Teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.