Kvívíkar, Vestmanna, Eiðis, og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg sum barnavernd.
Samband
Telefon 667271
Vakttelefonin 297200
Teldupostadressa This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd
Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka. Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.
Barnaverndartænastan hevur hesar upplatingartíðir:
Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag er opið frá kl. 9.00 - 16.00
Mikudag er opið frá kl. 10.00 - 16.00
Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200. Eisini ber til at senda teldupost á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Endamálið við arbeiðinum
Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir við viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.
Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.
Barnaverndarnevndin:
- Lau Jensen, formaður (Eiðis kommuna)
- Marsanna Ei. Tummasardóttir, varaforkvinna (Sunda kommuna)
- Joan Vang, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
- Paula Bøgesvang, nevndarlimur (Eiðis kommuna)
- Tórarinn Niclasen á Rípuni, nevndarlimur (Kvívíkar kommuna)