book 002

Vit rudda út og vaska á bókasavninum, tí hava vit stongt hósdagin 11. og 18. apríl. Men vit gleða okkum, at síggja tykkum til Várdagar í Kvívík 😊

maskina2

Maskina við tilhoyri til sølu.

Prísuppskot 150.000,-

Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin til at ringja á 292401 

maskina1

maskina3

rottangabilur

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku (viku 13) at tøma rottangar í Kvívík.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

 veks skeid1

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.

Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.

vevmyndkvivik

Linjuføringin til Vestmannatunnilin eigur at knýta bygdirnar í økinum saman, og tí má tunnilsmunnin vera oman fyri Kvívík

brugvin

Vegna asfaltering verður brúgvin við bussskýlið stongd, frá mikudegnum 13.03.2024 kl 9.00 til fríggjadagin 15.03.2024 kl 16.00.

Meðan brúgvin er stongd, verður einvegis ferðsan á Túni strikað.

Kvívíkar kommuna

 

veks avloysari

Gott og meiningsfult arbeiði í frítíðini

Sum frítíðaravloysari hjá VEKS fært tú løn útgoldna hvørja viku.

Vitja https://starv.veks.fo/ og rokna tína vikuløn út.

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini

hósdagin 14. mars 2024 kl. 10.00

Møtt verður á Oyggjarvegnum við "hárnálsvingið" vestanfyri Effo-støðina í Kollfjarðardali

Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran.

veks starvsfolk

Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.

Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.

Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið.

Veks venging

(mynd Joen Jacob Andreasen)

Tá bátar liggja við flótibrúgvar, skulu endarnir verða strammir, so at báturin ikki livir for nógv og rykkjir í armarnar.

Kvívíkar kommuna heitir tí á allar bátaeigarar, um at kanna eftir, at báturin er væl bundin.

Um ivamál eru kunnu tit altíð venda tykkum til kommununa.

 

Kvivik

Nú boðað verður frá nógvum vindi næstu dagarnar, fer Kvívíkar kommuna at heita á allar borgarar og fyritøkur í kommununi, um at tryggja allar leysar lutir, so einki fer á flog og ger skaða.

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini

mikudagin 17. januar 2024 kl. 1000.

Møtt verður á gamla vegnum undir Klivunum sunnanfyri Leynartunnilin.

Gøtuljósini verða sløkt í Leynum, á Stykkinum, í Kvívík og á Válinum gamlaárskvøld frá kl. 23:00-00:30.

 

Kvívíkar kommununa ynskir øllum eitt gott 2024.

Jolaheilsan2023

Ruskplássið hjá Kvívíkar kommunu hevur opið soleiðis um høgtíðina:

 

Leygardagin 23. desembur - kl. 10:00 - 16:30

Mikudagin 27. desembur - kl. 17:00 - 18:45

Leygardagin 30. desembur - kl. 10:00 - 16:30

Mikudagin 03. januar - kl. 17:00 - 18:45

 

Kvívíkar kommuna

 

Seinasti dagur sum hylurin er opin fyri jól, er leygardagin 16. desember. 

Bókasavnið hevur bert opið til hósdagin 14. desember. 

Opið er aftur sum vanligt, hósdagin 4. januar 2024.

 

 

Svimjifelagið Hellufossur hevur heimstað í Kvívík.
Endamál felagsins er:
* At virka fyri svimjiítrótti og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka á tí støði viðkomandi hevur hug og evni til.
* At skapa áhuga fyri svimjing og virka fyri trivna og menning hjá limunum.

Hellufossur á Facebook
Nevndin:
Sára Midjord, forkvinna
Helgi Simonsen, næstformaður
Joan M. Joensen, kassameistari og skrivari
Tiltakslimir:
Benadikta Debes
Anja Eydnudóttir
Torstein P. Brattaberg
 
 

Í ár fara jólatrøini í Kvívíkar kommunu at tendra soleiðis:

Bumerki uttan tekstSkattalistin fyri Kvívíkar kommunu fyri árið 2022 liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 06.11.2023 til og við 20.11.2023.

Kommunuskrivstovan er opin soleiðis:

Mánadag kl. 10-15
Hósdag kl. 13-15

Tilmeldingin er longd til og við týsdagin 17. oktobur 2023. Pláss er á hesum skeiðum: 

  • Handarbeiði - Kvívík  
  • Hornaslíping - Kvívík  
  • Koyrikort til lítið prutl - Kvívík  
  • Lær at binda fyri børn í skúla aldri - Kvívík  
  • Maskinbinding - Kvívík  
  • Seyming fyri øll - Kvívík  
  • Træsmíð - Kvívík  

  

Á fundi í Glæmuni 27. sept var ætlaða ognartøkan løgd fram.

Gjørt hevur verið vart við at ringt er at finna kort og skjøl um ætlaðu ognartøkuna, tí verður hon nú eisini løgd fram her.

Freistin at senda viðmerkingar á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. er 14. oktober 2023

Arnold Thomassen

útskiftingarformaður

kvivik logo svart

Kunngerð 
um broyting í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu

Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður sagt frá, at uppskot til broytingar í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu eru samtykt av bygdaráðnum tann 29, juni og 27. september 2023, og liggja uppskotini frammi til alment eftirlit frá 6. oktober 2023 til og við 27. oktober 2023.

Tilmelding er frá 05. oktobur 2023 kl. 15:00 til 10. oktobur 2022 kl. 12:00

Leinki til tilmelding

Leinki er óvirki fram til 5. oktober 2023 kl. 15.00 

Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning.

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.

Bygdaráðsfundurin, sum var ásettur at vera 28. septembur 2023 kl. 15:30, er framskundaður til mikudagin 27. septembur 2023 kl. 15:00.

Borgarstjórin

Í meir enn 15 ár hevur Bjarni Dam verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu. Bjarni hevur øll hesi árini røkt stravið sum umsjónarmaður á ruskplássinum.

 

Leygardagin 16. septembur var síðsummarhugni í bátahylinum á Válinum, sum trivnaðarnevndin skipaði fyri. Veðrið var gott, men út á dagin fór at regna. Nakað av fólki var komið saman í bátahylinum.

 

Drekkivatn2Vegna reinsan av vatnbrunnum, kann væntast at vatnið verður óstøðugt á Válinum og Skælingin mikudagin og hósdagin.

 

spillvatnsarbArbeiðið við spillivatnsleiðingin á Áarvegnum og á Túni er nú liðugt. Húsini eru knýtt í nýggju spillivatnsskipanina. Kvívíkar kommuna gjørdi í vár avtalu við fyritøkuna R Transport á Strondum um at leggja spillivatnsleiðingina í einum parti av bygdini. Hesin parturin snúði seg um tey húsini, sum liggja millum Víkarvegin og Stórá. Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Kommuna fegnast um góða og væl úr hondum greidda arbeiðið, sum R Transport hevur gjørt. 

Í sambandi við fyrireiking til Urðardansin, heitur Kvívíkar kommuna á borgarar, sum hava bátar, bátavognar og annað standandi í reyða økinum, um at flyta hesar lutir yvir í bláa økið sum skjótast.

Kvívíkar kommuna

 

Á skránni verður ymiskt spennandi. Skráin verður lýst seinni. 

venjingar
Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.
Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini.
Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.

kommunuskrivstovan

Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 24.juli 2023. Opið verður aftur mánadagin 14. august 2023 kl. 10.00.

Eru átrokandi boð, kann ringjast á telefon: 292402

Kvívíkar kommuna

Fitt av fólki var komið saman uttanfyri kommunuskrivstovuna í gjárkvøldið at taka ímóti Jónas, tá hann kom heimaftur av oyggjaleikum á Guernsey. Um midnáttarleitið kom Jónas aftur til bygdina. Har varð Jónas fagnaður við tónleiki, fløggum og fýrverki.

Í sambandi við at okkara Jónas kemur heim aftur av oyggjaleikunum á Guernsey, við sera flottum úrslitum, verður skipað fyri móttøku á kommunuskrivstovuni.

Familjutiltak 2023
Leygardagin 8. juli var familjutiltak í Kvívík, sum bygdafelagið Glæman skipaði fyri.

DemenssamskipararÍ gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari.

Arbeiðið við at gera kloakkina gongur væl. Arbeiðið er liðugt á Áarvegnum, og nú verður fari niðan á Túni.

Meðan arbeitt verður, er ongin gjøgnumkoyring á Túni. Tað er tó møguligt at nýta parkeringsøkið við útgrevsturin.

vatnglas
Skrúva verður fyri vatninum á Válinum, í morgin, mikudagin 14. juni, frá kl. 09.00 og til arbeiðið er liðugt.

Kvívíkar Kommuna

IMG E3222Tað grør um gangandi fót

Kvívíkar skúli stendur í vøkstri, og søkja vit til skúlaárið 2023-24 eftir

  • 1 lærara í fast starv
  • 2, møguliga 3, lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 vegna farloyvi, niðursett tímatal, avlopstímar vm. 

Komandi skúlaár ganga 66 næmingar, frá 1. til 7. flokki, í Kvívíkar skúla. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum viðkomandi lærugreinar.

Harumframt eru vit í eini spennandi tilgongd í grunddeild. Komandi skúlár verður grunddeild partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild”, ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

Vegna veður verður lýsti gongutúrurin í dag avlýstur

 

Kvívíkar kommuna

Kvívíkar kommuna bjóðar aftur í ár ungdóminum at gera smærri umvælingar, so sum at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Arbeiðið gongur fyri seg í hesum tíðarskeiðið:

  • Byrjar verður 26. juni og enda verður 7. juli

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Kvívíkar kommunu, sum verða lidnir við 9 flokk í summar. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin frá kl. 8 til 16, fimm dagar um vikuna.

Tilmelding fer fram við at koma inn á kommunuskrivstovuna, ella við at ringja 662400, eisini kann fráboðan sendast við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. innan 16. juni 2023.
Í tilmeldingini skal upplýsast navn, telefonnummar, adressa, teldupostadressa, p-tal og kontonummar.

10a2a7eb5ead2cf9cb1755e3d1e7a318 w1200

Tann 29. mai skipar kommunan fyri gongutúri av Válinum til Kvívíkar. Farið verður úr Kvívík kl. 14, har bussur koyrir út á Válin.

Dánjal Petur Müller verður ferðaleiðari.

Eftir túrin fáa vit góða suppi í Glæmuni..

Tilmelding áðrenn 23. mai á tlf. 662400 ella á teldupost bústað This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Hundur kann ikki havast við í hagan.

Um fólk ikki hætta sær at ganga allan túrin, verður møguligt at ganga frá Høgareyni og heim til Kvívíkar, eftir gamla vegnum.

Kvívíkar kommuna 

 

Mánadagin 2. hvítusunnudag kl. 12.00 verður felags útiguðstænasta fyri alt prestagjaldið í prestagarðinum í Kvívík.

Vestmanna hornorkestur luttekur, Djóni Nolsøe Fischer spælir bass, og vit hoyra eina hvítusunnusøgu. Prestar eru Maria Jørðdal Niclasen og Steintóra Gleðisheygg Joensen. Kirkjuráðið í Kvívík bjóðar drekkamunn aftaná guðstænastuna.

Ókeypis bussar fara frá kirkjuni úr Kollafirði og kirkjuni í Vestmanna kl. 11.30. Bussarnir koyra eisini heimaftur. Eingin guðstænasta er í hesum kirkjum henda dagin.

Vit heita á fólk um at lata seg væl í og hava okkurt við at sita á. Stólar eru tøkir til tey, ið hava tørv á tí.

Um ikki viðrar verður guðstænasta í Kvívíkar kirkju. 

Kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

Bygdaráðsfundurin, sum var ásettur at vera 25. mai 2023 kl. 15:30, er útsettur til týsdagin 30. mai 2023 kl. 15:30.

Borgarstjórin

Nú stundar summarið til, og stevnur og festivalar stinga seg upp ymsastaðni. Kvívíkar kommuna hevur ætlanir um at fara at skipa fyri tí vælumtókta jóansøkubálinum á Leynasandi aftur í ár. Tiltakið verður fríggjadagin 23. juni. Í fjør var einki tiltak, tí sandurin var burtur. Vónandi fer hann ikki at rýma í ár, so vit fara at fáa ein góðan dag á sandinum. Eins og hini árini verður mangt á skránni. Har verður nógvur tónleikur, felagssangur, boingbóltar og okkurt undirhald verður eisini til børnini.

Um onkur hevur áhuga í at selja okkurt til matna, verður hetta eisini ein møguleiki. Kommunan fer at veita streym og seta eitt telt upp til hetta endamál. Freistin at boða kommununi frá, um tú ætlar tær at selja okkurt, er 01/6-23 við t-posti á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella við at ringja á nummar 223356.d5cea8be128ebe592c6ee3910b15edfc w1200

57075347de576a8a24c1741705c49145 w580

Í samband við at arbeitt verður við vatnleiðinginí Kvívík, í morgin týsdagin 16. mai, kann órógv væntast og eisini kann vatni verða vekk eina løtu.

Kvívíkar kommuna

Árligi ruddingardagurin hjá Kvívíkar kommunu, verður leygardagin 13. mai 2023. Vit fara at fríðka um í bygdunum, og vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.

Kvívíkar kommuna heitir á tykkum um at seta kross í kalendarin og møta fjølment til ruddingardagin 13. mai.

  • Byrjað verður við morgunmati klokkan 09.00 í Glæmuni í Kvívík, skúlanum í Leynum og á Válinum verður møtt niðri í bátahylinum har telt er sett upp. 
  • Bygdafólkið á Skælingi og á Stykkinum møta eisini í skúlanum í Leynum. 
  • Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur á somu økjum, til suppu og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.

ruddingardagur 2023

 

 

Skrúva verður fyri vatninum á Kirkjuvegnum í Kvívík, í morgin, mikudagin 10. mai, frá kl. 09.00 og til arbeiðið er liðugt.

 

Kvívíkar Kommuna

 

Arbeiðið við at gera kloakkina í Áarvegnum gongur væl. Reinsiverkið er lagt niðurí, og longu nú eru nøkur hús bundin í.

Tað næsta sum fari verður í holt við, verður av brúnni og fram við útgrevstrinum. Av tí sama, er vegurin á Túni stongdur fyri gjøgnumkoyring. Á viðløgdu mynd, sæst hvar ikki kann koyrast. Meðan vegurin er stongdur um brúnna, verður ikki einvegis koyring á Túni.

 

slokkilid 001

 

Í gjárkvøldið varð ein hátíðarløta í skúlanum í Kvívík. Har vóru átta sløkkiliðsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu, har eisini familja og sløkkiliðsfelagar vóru til staðar. Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, bjóðaði vælkomin og Petur Müller, sløkkiliðsleiðari, helt røðu fyri sløkkiliðnum, áðrenn heiðursteknini vórðu handað.

Fýra fingu heiðurstekn fyri 25 ára trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Ein fyri 20 ára og tríggir fyri 10 ára trúgva tænastu.

 

Í komandi viku er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at fara at byrja arbeiðið at gera kloakkina lidna í Kvívík. Tað fyrsta, sum farið verður í holt við, eru húsini, sum liggja ímillum Áarvegin og Víkarvegin.

Tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at grivið verður í Áarvegin, og eitt reinsiverk verður lagt niður í vegin. Staðið, har reinsiverkið skal setast í jørðina, er heimrust "Niðri á Túni" matr. nr. 305. Eisini skal leiðingin tvørtur um ánna gerast liðug.

Byrjað verður við húsunum, sum eru niðast, síðan verður arbeitt niðanfrá. Meðan arbeiðið verður gjørt, er Áarvegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring.

Skráin fyri Várdagarnar endaði í Glæmuni við eini spennandi framløgu av skitsuuppskoti av “Nýggju Glæmuni,” ið nevndin fyri verkætlanini hevði biðið ZETA Arkitektar standa fyri.


Ein spennandi og hendigarík vika er farin aftur um bak. Ein heil vika, har ymiskt hevur verið á skránni fyri allar aldursbólkar. Vit hava verið á ferð afturi í tíð við fyrilestri, myndum og filmaðum sjónleiki. Vit hava verið á vitjan á ymisku stovnunum og bygningunum hjá kommununi, har tónleikur, framløgur, søgur og køkur hava verið karmur um tiltøkini.

Her er skráin til Várdagarnar í Kvívík, fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Herluf

Í gjár 1. mars hevði Kvívíkar kommuna eina hugnaløtu fyri Herluf, sum fer frá fyri aldur. Herluf hevur í nógv ár havt eftirlit við almennu vesunum í Kvívík. Hann hevur trúliga passað hesi hvønn dag.

Men nú heilsan er farin at bila og árini eru komin, ber ikki so væl til hjá honum at røkja hetta starv longur. Herluf hevur tí valt at siga starvið frá sær.

Dagurin varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgnum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Herluf blómur og eina gávu.

Kvívíkar kommuna vil takka Herluf fyri tíðina, hann so trúliga hevur haft eftirlit við almennu vesunum í Kvívík. Kommunan ynskir Herluf blíðan byr og alt tað besta.

Tað er sera umráðandi, at linjuføringin til ein komandi Vestmannatunnil verður løgd soleiðis, at tunnilin verður til gagns fyri alt økið. Tunnilsmunnin eigur at vera oman fyri Kvívík, sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu

Politikararnir mugu hugsa seg væl um, áðrenn teir taka avgerð um linjuføringina í sambandi við Vestmannatunnilin. Júst linjuføringin kann hava týðandi ávirkan á trivnað og menningarmøguleikar í økinum.

Nakrar loysnir eru nevndar í sambandi við linjuføring av tunlinum. Ein av hesum loysnunum er at leggja tunnilsmunnan oman fyri Kvívík, stutt oman fyri landsvegin. Ein onnur loysn, sum verður nevnd, er at leggja tunnilsmunnan við Leynará nærhendis tunnilsmunnan til Vágatunnilin.
les meira

 

Nú fáa borgarar í Kvívíkar kommunu atgongd til fleiri talgildar tænastur á Vanganum. Hetta er eitt stórt framstig fyri borgaran, sum fer at viðføra at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari.

Kvívíkar kommuna legst afturat tænastuveitarunum á Vanganum. Fyri borgararnar í kommununi merkir hetta, at tey kunnu fara inn í Vangan at m.a. boða frá flyting, søkja um dagstovnapláss, byggiloyvi og annað. Tað er ein fyrimunur at umsóknirnar ganga umvegis Vangan, tí samskiftið í Vanganum er bæði lættari og skjótari. Á Vanganum hevur borgarin harafturat møguleika, at fylgja við viðgerðargongdini og síggja nær eitt mál er liðugt viðgjørt.

Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen, fegnast um at tað verður lættari bæði hjá borgara og umsiting. Í Kvívíkar kommunu er 5 bygdir, sum liggja spjaddar. “Við Vanganum kann kommunan nú veita eina einsháttaða tænastu til allar borgarar, óansæð hvar borgarin er staddur.” sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.

Í Kvívíkar kommunu fegnast vit um samstarvið við Talgildu Føroyar, og møguleikan at luttaka í felags tilgongdini saman við hinum kommununum.

Rita inn á Vangan her.

9. januar vóru 25 ár, síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.

Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 ár í hesum starvi,
hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum. Frá 2008 – 2012 varð
Magnus eisini í bygdaráðunum. Í mai 2022 varð Magnus settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.

Dagurin er hátíðarhildin í dag við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni
hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Magnusi blómur og eina gávu.

Kvívíkar kommuna ynskir Magnus hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.

Innskriving 2023

Innskriving av næmingum til 1. flokk skúlaárið 2023-2024 verður í skúlanum mánadagin 30. januar kl. 17.00.

Havið dóps- ella navnabræv og p-tal við. 

Vit gleða okkum at hitta tykkum. 

Vatn

Nú koyrir reisniverkið í Kvívík aftur sum vanligt, og tí er nú ikki neyðugt at kókað vatnið.

Vatn Kvvk ikki

Vegna streymslit er reinsingin av drekkivatninum óvirkin. Tí verður heitt á borgarar í Kvívík, um at kókað vatnið fyribils. Lýst verður aftur, tá trupulleikin er loystur.

Kvívíkar kommuna

Meðan kavin er liggjandi, verður Víkarvegur stongur frá niðankoyring "á Heygnum" og niðan til ruskplássið.
Seyður kemur inn í bygdina um rulliportið.

Kommunan hevur hin 08. novembur 2022 givið Leynar Haga, Framman fyri húsini, tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 07. desembur 2022.
Taða vereður á Grótvallum í Leynum, matr.nr. 80a.

Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kunngerð um taðing (logir.fo)

Kommunan hevur hin 26. oktobur 2022 givið Hera Müller tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 14. mars 2023. Í "Uttanfyri húsini" við matr. nr. 81a í Leynahaga. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kunngerð um taðing (logir.fo)

Frá kvøldskúlanum:

Enn eru nøkur tøk pláss.

Tilmelding er frá 06. oktobur 2022 kl. 15:00, til 11. oktobur 2022 kl. 12:00,
og tað er ikki  møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl 15.00

Vegna framhaldandi trupulleikar við drekkivatninum á Skælingi, verður aftur klora í morgin 27.09.2022 kl. 09.00, og tí kann klorsmakkur vera í drekkivatninum.
Eisini verður vatnið óstøðugt á Skælingi í morgin 27.09.2022.

Av tí at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum á Skælingi, verður klorað 15. septembur 2022 kl. 09:00, og við tí kann klorsmakkur vera í drekkivatninum.

Tað eru staðfest bakteriur í drekkivatninum á Skælingi.

Fólk verða tí biðin um at kókað vatnið.

venjingar

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða
undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:

Streymnes: Burn venjingarmiðstøðin við Margáir

Mánadag og hósdag kl. 10:30 – 12:00

Byrjað verður mánadagin 5. september 2022

Vestmanna: Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum

Týsdag og fríggjadag kl. 10:30 – 12:00

Byrjað verður týsdagin 6. september 2022.

Kostnaður og gjaldstreytir

Borgarin rindar til Burn Fitness:
• kr. 199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
• Kr. 249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.
• Kr. 199 Stovningargjald (eingangsgjald)

Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.

Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum,

venjingarhølini eru opin.

Flutningur

Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast
við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn
og bústað. Eisini kann fráboðan um flutning sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Sí skránna til Vestmannadagar 2022 her.

Bygdaráðið hevur samtykt at taka kajhúsið á Válinum niður.
Húsið er í vánaligum standi, og kommuna ynskir ikki at gera ábøtur á húsið. Tað er ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger.
Tí er avgerð tikin um, at húsið skal takast niður nú.

Kvívíkar kommuna er vitandi um, at ymist er inn í húsinum, sum borgarar eiga. Viðkomandi eigarar verða bidnir um at taka tað út, sum ein eigur.
Hetta skal verða gjørt áðrenn 1. oktober 2022. Tá verður fari í holt við at taka húsið niður.

Kvívíkar Kommuna

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.
Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

 

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

14 kommunur heingja plakatir upp

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni. Hesaferð varð møguligt hjá kommununum at fáa egið búmerki á plakatirnar og hesum møguleika hava fleiri tikið av.

14 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Eiðis -, Fuglafjarðar -, Hvalbiar -, Hvannasunds -, Klaksvíkar -, Kvívíkar -, Runavíkar -, Sjóvar -, Sumbiar -, Sunda -, Sørvágs -, Tórshavnar -, Vága - og Vestmanna kommuna.

Tilfar til foreldur

Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í.

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

20180830 111717

Á skránni verður ymiskt spennandi so sum bál, barnaundirhald, tónleikainnslag, fiskikapping, felagssangur, KSR skipar fyri onkrum í neystinum og LUNA verður eisini partur av tiltakinum. Skráin verður lýst seinni. Bussur fer at koyra úr Leynum út á Válin.

drekkivatn

Drekkivatnið á Válinum er nú reint aftur, og tí nýtist ikki at kóka drekkivatnið longur.

Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá 22. juli.

Opið verður aftur 11. august.

Um átrokandi boð eru, kann ringjast til borgarstjóran á telefon 292402.

 

Vinarliga

Kvívíkar kommuna

Fríggjadagin 1. juli varð hátíðarhildið, at tað eru 25 ár síðani, at Kvívíkar kommuna læt upp dagstovn á fyrsta sinni.

Fyrsti dagstovnurnin var í lærarahúsunum á Víkarvegnum. Har helt stovnurin til heilt fram til juli í 2010.
Í 2008 gjørdi bygdaráðið av at fara undir at byggja nýggjan dagstovn, tí gamli stovnurin nøktaði ikki tørvin.
Í juli í 2010 læt Áarlon upp. Ein snotiligur bygningur, sum bæði børn, foreldur og starvsfólk gleddust um.

 


Tvey av starvfólkunum eru enn í dag í starvi á stovninum. Tað eru systrarnar Lydia og Solveig.
Tær hava verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu øll hesi árini og væl meir enn tað. Fyrst sum dagrøktarmammur og síðan á dagstovninum.
Á samkomu í Áarlon fríggjadagin vórðu tær báðar heiðraðar fyri trúgva tænastu.
Borgarstjórin helt røðu fyri teimum og segði millum annað:
“Tit eru systrar og líkar í nógvar mátar og um tykkum kann sigast, at tit eru trúfastar, álítandi og samvitskufullar.
Ongantíð bangnar fyri at “taka fatt” – tykkara partur liggur ikki eftir. Gull verdar... ikki minst, tá yngri, óroynd starvsfólk byrja í Áarlon.
Við tykkara nógvu og drúgvu praktisku royndum, sum tit hava givið víðari til nýggju starvsfólkini. Ikki bara tosað – men virkað.
Ganga ikki runt og brúka stór og fín orð, men vísa sínar dygdir í verki.
Kvívíkar kommuna virðismetir tykkara íkast, tykkara trúfesti, tykkara ídni og tykkara samvitskufulla arbeiði sera høgt."

Eisini hildu starvsfelagar og dagstovnaleiðarin røðu fyri teimum.

 

Solveig og Lydia

Kvívíkar kommuna hevur sum nakað nýtt sett tveir lærlingar. Kommunan hevur sett Kristian Martin og Edvard í læru sum húsavørðir.

Kristian Martin Elmelund Kjærbæk, sum býr í Sandavági, men hevur tøtt ættarbond í Kvívík, byrjaði í læru í februar. Edvard Petersen, sum býr í Leynum, byrjaði í læru í mai. Edvard hevur verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu síðan 2017.

Kvívíkar kommuna ynskir at vera við til at útbúgva starvsfólkið. Kommunan hevur fleiri bygningar og maskinur at røkja, tí hevur Kvívíkar kommuna valt at seta lærlingar á hesum øki.

Sum húsavørðir koma teir millum annað at arbeiða við viðlíkahaldi av bygningum og maskinum í kommununi, heilt av Skælingi og út á Válin. Eisini verða smærri málara-, elektrikara-, og hvs- uppgávur at halda. Kvívíkar kommuna leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving, og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, og harav eru nakrar vikur á tekniskum skúla í Danmark.

Lærumeistarar eru Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri og Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari.

Útbúgvingin sum húsavørður gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað, so sum byggifrøðing og byggiteknikara o. a.

Kvívíkar kommuna ynskir Kristian Martini og Edvardi vælkomnar í starvsfólkahópin.

20220608 133019

 

Í dag 16. juni verður Julian Mikkelsen 90 ár. Kvívíkar kommuna ynskir at senda honum eina heilsan á degnum.

Julian Mikkelsen býr í Kvívík, men er ættaður úr Sørvági. Julian hevur í samfull 22 ár røkt og hildið "Útgrevsturin" við líka. Hetta hevur Julian gingið høgt uppí og gjørt tað til fulnar. Útgrevsturin hevur staðið sum eitt prýði fyri bygdina, sum nógv fólk hava vitjað. Kvívíksingar eru stoltir av hesum vakra staði. Julian hevur røkt starvið fyri Kvívíkar kommunu. Nú hann er vorðin 90 ár hevur hann valt at siga starvið frá sær.

Kvívíkar kommuna vil takka Juliani fyri tíðina, hann hevur røkt starvið, og ynskir Juliani hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Julian fer at halda dagin saman við familjuni, og vónandi fáa tey ein góðan dag saman.

 

20220608 133128

53

Myndir av túrinum

Kvívíkar kommuna ynskir at takka øllum, sum luttóku á árliga ruddingardegnum, fyri ein góðan og hugnaligan dag.

Sum lova á ruddingardegnum, seta vit her eitt sindur um planturnar, sum húskini fingu her.

Tann 6. juni skipar kommunan fyri gongutúri av Mýrunum til Kvívíkar. Farið verður úr Kvívík kl. 14, har bussur koyrir framm á Mýrarnar.

Randi Jacobsen verður ferðaleiðari.

Eftir túrin fáa vit góða suppi í Glæmuni..

Tilmelding áðrenn 1. juni á tlf. 662400 ella á teldupost bústað This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Hundur kann ikki havast við í hagan.

Kvívíkar kommuna 

Tíðindaskriv frá VEKS

 

VEKS tillagar egingjøldini

Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá
borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS.

Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er
kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar
tillagingar, um tænastustøðið skal haldast og mennast.

Vestmanna -, Kvívíkar -, Sunda - og Eiðis kommunu mynda VEKS samstarvið, og stýrið fyri
VEKS er mannað av borgarstjórunum og bygdar- og býráðslimum í hesum kommunum. Tað er eitt
samt stýri, ið hevur samtykt tillagingarnar.

- Vit vilja tryggja okkara borgarum góð og virðilig ellisár og okkara starvsfólki góðar
arbeiðsumstøður, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í VEKS.

VEKS við støðugt menna tænasturnar til borgararnar. Sum ein liður í hesum bjóðar VEKS í næstum
Dagdvølji í Vestmanna og í Streymnesi. Dagdvølja er eitt dagtilboð til borgarar, ið búgva heima,
men hava tørv á samveru og hjálp í dagtímunum. Eitt av nýggja gjøldunum er fyri hesa tænastu.

Umframt dagføringar av summum egingjøldum, verða nøkur nýggj gjøld ásett, eitt nú fyri reingerð,
inkontinent vørur, umframt eitt gjald fyri útbúnað og innskriving.

Nýggju egingjøldini eru galdandi frá 1. juli 2022. Teir borgarar, ið fáa broytt egingjald, verða
kunnaðir.

Kvívíkar kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólkið til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 1. juni 2022 ella skjótast tilber.

Innkallan til fund í Friðingarnevndini - Streymoyar sýsla

VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum.

Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi bornaran í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu?

Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum.

Sí nærri kunning og send umsókn her.

Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Erik Heinesen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 15. mars 2022. Í "Frammanfyri húsini" við matr. nr. 80a í Leynahaga. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Dánjal Petur Müller tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 15. mars 2022. Í "Útihaga" við matr. nr. 404a í Kvívíkshaga. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kommunan hevur hin 01. marts 2022 givið Norðurhaga v/Karstin Wang tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til 15. marts 2022 niðanfyri landsvegin niðan úr Gassádali matr. nr. 403 í Kvívík. Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kunngerð um taðing (logir.fo)

ongan posa eftir

IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir.

Í tí hvíta rullinum, sum verður borið út eina ferð um árið, eru 14 posar.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Stórt húski?

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Les meira her.

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?

Papp og pappír Papp og pappír skal latast í hvíta posan hjá IRF. Les meira um hvíta posan her.

Konservesdósir og annað smátt jarn kann latast í jarnbingjuna á kommunala endurnýtsluplássinum

Battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskir lutir, kemikaliu og annað serliga dálkandi burturkast skal latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.

Glaskrukkur, drekkigløs og glasfløskur kunnu latast inn á flestu kommunalu endurnýtsluplássini. Les meira um skiljing av glasi her.

Klárt bleytt plast kann eisini skiljast frá húsarhaldsburturkastinum. Tú kanst lata tað bleyta plastið í kláran posa, sum verður latin niður í hvíta posan. Talan er t.d. um bløðruplast og pakkiplast frá vøruplattum, møblum og klæðum. Les meira um bleytt plast her.

Nýt ikki IRF-posarnar til annað enn ruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF til rudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing, havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypa fleiri IRF-posar.

Í oktober vóru 25 ár, síðan Regin Djurhuus varð settur sum arbeiðsmaður hjá Kvívíkar kommunu. Í 2001 varð Regin settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi, tað starvið røkti hann til 2018. Eisini hevur Regin í nógv ár verið virkin sum leiðari hjá Kvívíkar sløkkiliði.

Hetta varð hátíðarhildið í dag við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Regin eina gávu.

Kvívíkar kommuna ynskir Regin hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.

22.12.2020 varð sáttmálin millum Sp/f Grettir og Kvívíkar kommunu undirskrivaður.

 

Nú er eitt ár liðið síðani, at vatnmyllan var tikin í nýtslu. Áarlon hevur frá byrjan verið hitað við orku frá vatnmylluni.

Almenni lýsti bygdaráðsfundurin, ið skuldi verða 8. november 2021 er útsettur til 9. novembur 2021 kl. 19.00.

Vegna Koronu-støðuna verður svimjihøllin stongd.

Lýst verður, tá opið verður aftur.

Kommunan hevur hin 20. oktober 2021 givið Norðurhaga v/Karstin Wang tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til 20. november 2021 niðanfyri landsvegin niðan úr Gassádali matr. nr. 403 í Kvívík.

Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Kunngerð um taðing (logir.fo)

 

Nøkur pláss eru tøk á nevndu skeiðum:

 

rudiolsen

Í gjár 4. oktober byrjaði Rudi Olsen sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla.

Rudi hevur royndir bæði í donskum og føroyskum skúlum.

Kvívíkar kommuna ynskir Rudi vælkomnari.

Fríggjadagin 1. oktober var "Ruth", nýggjasta, størsta og mest framkomna fiskiskipið í danska fiskiflotanum, á víkini, har skipið varð signað og heilsaði kvívíkingum.

Tað er kvívíkingurin Gullak Arngrímsson Madsen, sum er eigari av hesum stásiliga fari.

Kvívíkar kommuna ynskir eigaranum bestu eydnu við nýggja skipinum.

 

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Nú stundar til kirkjuráðsval, har høvið verður at velja nýtt kirkjuráð.

Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.

Av tí, at talið av limum í kirkjusóknini er undir 500, er ikki krav at hava val. Men koma fleiri listar inn, so verður val.

Valið er sett at vera 2. november.

Møguleiki er at gera ein valevnislista, og skal hesin verða formanninum í valstýrinum, Knud Simonsen, í hendi í seinasta lagi kl. 17 mánadagin tann 20. september.

Í mesta lagi níggju nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum.

Valevnini skulu skriva undir listan, og í minsta lagi trý og í mesta lagi fimmogtjúgu veljarar i kirkjusóknini skriva undir sum stillarar. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð.

Serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá.

 

Valevnislisti

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur og verða í vetur á hesum støðum:

 

Eiði

  • Hólmahúsið
  • Mánadag og hósdag frá kl. 09-10
  • Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021

 

Oyrarbakki

  • Fimleikarhøllin í Skúlanum við Streymin
  • Mánadag og hósdag frá kl. 13-14
  • Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021

 

Kvívík

  • Fimleikarhøllin í skúlanum
  • Mánadag og hósdag frá kl. 14:30-15:30
  • Byrjað verður mánadagin 6. sept. 2021

 

Vestmanna

  • Heimið á Grønanesi
  • Týsdag og fríggjadag frá kl. 14:30-15:30
  • Byrjað verður týsdagin 7. sept. 2021

 

Tilmelding fer fram á staðnum.

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.

 

Fyribyrging av nátasjúku

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Týsdagur

  • Familjusvimjing 17:30-19:30
  • Vaksin 19:30-20:30
  • Familjur sleppa í hylin kl. 17:30 og skulu upp kl. 19. Kl. 19:30 eiga familjurnar at vera lidnar í brúsurúminum
  • Vaksin skulu upp úr hylinum kl. 20:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 20:30

 

Hósdagur

  • Børn í skúlaaldri 16-17:30
  • Familjusvimjing 17:30-19:30
  • Vaksin 19:30-20:30
  • Børn í skúlaaldri skulu upp kl. 17:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 17:30
  • Familjur skulu upp kl. 19 og eiga at vera liðug kl. 19:30
  • Vaksin skulu upp úr hylinum kl. 20:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 20:30

 

Leygardagur

  • Almenn svimjing 9:00-12:00

  • Øll fara upp í seinasta lagi kl. 11:30 og vera liðug í brúsurúminum kl. 12

 

Tað er ókeypis at svimja í Kvívík

Deres Majestæt

Her har vi mindestenen efter dem, som omkom ved Stella Argus’ forlis i 1957.
Stella Argus var en kulfyret trawler, bygget i England i 1925, og købt til Færøerne af A/S Kimbil i Thorshavn i 1938.
De fiskede for det meste torsk ved Grønland, Island og omkring Færøerne.
Skibet havde som oftest skipper fra Vestmanna og her fra bygden, og derfor var en stor del af besætningen også fra Kvívík og bygderne her omkring.

Om sommeren i 1957 var Stella Argus til sildefiskeri nord for Færøerne. Silden blev saltet i tønder, som blev stablet i lasten, og ofte var stabelen også høj på dækket.
De havde været en sildetur i september, og tog afsted igen på denne skæbnens tur den 30. september.
Søndag morgen den 27. oktober modtog rederiet et telegram fra skipperen, hvor han sagde, at de sejlede hjem med 828 tønder sild, og ville være inde i Thorshavn mandag aften den 28. oktober.
Søndag omkring middag talte de på Stella Argus over radioen med et andet skib, og alt var godt ombord.
Det er det sidste, man ved om skibet.

Da Stella Argus, som meddelt, ikke var kommet til Thorshavn om aftenen den 28. oktober, og man ikke fik forbindelse med dem næste formiddag, blev der sat en større eftersøgning igang, hvor omkring 20 skibe, et fly fra Keflavig og et fra Danmark deltog.
Eftersøgningen varede til den 3. november, men der var intet at finde. Absolut intet.

 

Stella Argus gik ned med en besætning på 22 mand imellem 15 og 53 år.
Eftersiddende var otte enker med 21 børn.
Otte af besætningsmedlemmerne var fra Kvívík, hvoraf fire var brødre, den yngste var 15 år. En af dem var min kones far.
Man ved ikke, hvad der skete med skibet, fordi det var ikke direkte uvejr, men dog søgang med tunge bølger. Så man formoder, at de har fået en sø ind over skibet. Og med de mange opstablede sildetønder på dækket, har stabiliteten været så dårlig, at skibet er kæntret, og gået ned på kort tid.

I forbindelse med kongebesøget i 1959, hvor Deres Majestæt deltog, tog daværende præst i Kvívík, Asger Højlund, initiativ til denne mindesten, som deres far, Frederik den 9., afslørede under stor højtidelighed.

Frásøgnin hjá Ole Jacob Nielsen

Skål i ahorn fra Williams bedstemors træ

I over 40 år har min tilgang til trædrejning været facinationen af de færøske træer og deres historier.

Det ældste træ jeg har fået, var fra Torshavns gamle provstegård, plantet i 1840’erne og præstegårdshaven i Kvívík, som V.U. Hammersheimbs kone tilplantede i 1850-erne, har også givet mig stor glæde med sine karakteristiske ahorntræer.

 

Men historien bag denne skål i ahorn, har om nogen fyldt mig med inspiration. Træet måtte lade livet på grund af et fortov i 2008. Senere blev jeg bekendt med, at her havde William Heinesens bedsteforældre havt deres hus og have, og når man i novellesamlingen "Gamaliels besættelse" læser historien om "Min romantiske bedstemor" får man hans barndomserindringer om nogle af de betydeligste inspirationskilder til hans forfatterskap.

"Til huset hørte en have med undersætsige, men frodige rønne og ahorntræer...."

"Det højeste af havens træer var, hvor den tapre skrædder sad og så kæmperne slås..."

 

Mønsteret i skålen fremkommer af, at den er taget fra det sted, hvor stammen deler sig i to. Det er som om fjermønsteret lever og synger om fuglene, som i årevis har glædet sig over solopgangen over Nolsøe fjord og William, der som den tapre skrædder, har klamret sig til de tynde grene i toppen, mens kæmperne slog hinanden ihjel nedenunder. 


Om Ole Jakob Nielsen

Født i Ikast og opvokset på Bornholm. Lærer fra Sales Seminarium med træ- og metalsløjd som speciale. Lærer på Færøerne fra 1967 til 2003. Professionel karriere som skulpturell trædrejer fra 1990. Udstillinger i bl.a. Nordens Hus, Havnafiðri, Rundetårn, Hasle, Visby, Berlin og Klaksvík. Galleri og atelier i Leynar.

ojntrae.com

Í sambandi við vitjanina hjá hennara hátign Magrethu drotning vil eg vegna Kvívíkar kommunu takka øllum, sum hava verið við til at fáa vitjanina lagda til rættis.

Takk Dánjal Joensen og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús fyri tykkara framløgur fyri drotningini. Takk fyri Ole Jacob Nielsen fyri handan og frásøgn av sera vøkru gávuni. Eisini eina stóra tøkk til kvinnurnar, sum serveraðu kaffi og annað gott fyri okkum øllum aftan á vitjanina.

Somuleiðis vil eg takka starvsfólkunum hjá Kvívíkar kommunu, sum hava syrgt fyri, at alt varð klárt til hesa fínu vitjan. Síðst, men ikki minst, vil eg fegin takka øllum borgarum og øðrum fyri at hava verið og heilsað drotningini á vitjanini í Kvívík.

 

Heilsan

Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri

Myndasavn av drotningavitjanini

Nú nærkast drotningavitjanin, og Margretha drotning verður í Kvívík leygardagin 17. juli.

Vitjanin byrjar á kirkjusandi kl. 13.40. Síðani verður farið til útgrevsturin og her ber til hjá øllum at koma og veittra til Margretha drotning.
Drotningin við fylgi fer síðan niðan til Mylluhúsið og inn í Áarlon. Øll eru vælkomin at standa uttan fyri stovnin og veittra til Hennara Hátign. Børn eru vælkomin at spæla úti í garðinum hesa løtuna.
Eftir at drotningin hevur vitjað í Áarlon, eru øll hjartalig vælkomin inn at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Sunkist verður til børnini.

Øll eru vælkomin at fáa fløgg, sum verða útflýggjað á kommunuskrivstovuni í morgin og fríggjadagin frá kl. 13 til 15.

Kvívíkar kommuna gleðir seg til, at drotningin kemur at vitja og vónar, at Hennara Hátign fær ein góðan dag saman við borgarum í kommununi.

Heitt verður á fólk um at halda frástøðu.

 

Fylgið við Hennara hátign Margrethu drotning kemur til Kvívíkar leygardagin 17. juli.

  • Móttøka verður kl. 13:40 á Kirkjusandi, har Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, saman við frú tekur ímóti. Borgarstjórin presenterar bygdaráðið, og drotningin fær handað blómur
  • Síðan verður gingið yvir til minnismerkið um Stella Argus, har Dánjal Joensen, versonur ein teirra, ið fórst við Stella Argusi, tekur ímóti
  • Frá Minnismerkinum fer drotningin til gongu stutta túrin til útgrevsturin "Niðri á Toft", har Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur frá Tjóðsavninum, tekur ímóti, og drotningin fær høvi at hyggja at útgrevstrinum
  • Frá útgrevstrinum verður drotningin koyrd fram til Mylluhúsið, har borgarstjórin fer at greiða frá vatnverkinum, sum útvegar hita til dagstovnin og skjótt eisini til skúlan
  • Síðan fer fylgið inn í Áarlon, har listamaðurin Ole Jacob Nielsen fer at presentera gávu frá Kvívíkar kommunu til Hennara Hátign
  • Kl. 14:50 er vitjanin komin at enda, og borgarstjórin heilsar Hennara hátign Margrethu drotning farvæl
  • Eftir at fylgið er farið úr Kvívík, er almenningurin vælkomin inn í Áarlon til ein kaffimunn, har høvi verður at síggja stórfingnu gávuna til drotningina frá Kvívíkar kommunu.
  • Í sambandi við drotningavitjanina verða parkeringsøkini niðri á Kirkjusandi, niðri á Túni og út ímóti ánni við Áarlon stongd fríggjakvøldið 16. juli frá kl. 18 og til leygardagin kl. 15.
  • Í hesum sambandi eru fólk vælkomin at seta bilarnar niðri í Urð og frammi í skúlanum.

Starvið sum bókavørður á Kvívíkar Bókasavni verður hervið lýst leyst at seta 1. september 2021.

 

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14. juli til 19. juli. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

"Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum", sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á ferðini vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.

Leygardagin 17. juli vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Kvívík.

Hennara hátign Margretha drotning fer at vitja útgrevsturin og vatnturbinuna.

Í Kvívík verður móttøka á Kirkjusandi, har borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen og frú Signe Skaaning taka ímóti. Drotningin fær eisini høvi til at heilsa upp á restina av kommunustýrinum.

Meira kunning um vitjanina verður, tá ið vitjanin nærkast.

Vit gleða okkum til at taka ímóti drotningini og vóna, at nógv koma at heilsa henni á stuttu vitjanini í Kvívík.

Kvørnin verður nýtt til at karva greinar sundur við. Um onkur borgari kundi hugsað sær at fingið eitt sindur av "flis", kann viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 662400, ella til formannin á tlf. 292401.

  • Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 
  • Frank Müller, varaborgarstjóri This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 
  • Oluf Müller, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  
  • Michael Shemesh, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 
  • Marjun Danielsen, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 
  • Jóhanna Vang, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  
  • Nelly Haakonardóttir Debes, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Bygdaráðið tók 16. desember støðu til at taka av tilboðnum upp á kr. 1.113.650,- við Sp/f Grettir um lendisarbeiðið av Ellisheiminum í Leynum.

Leygardagin varð sáttmálin millum Sp/f Grettir og Kvívíkar kommunu undirskrivaður. Arbeiðið fer í gongd fyrst í 2021, og arbeiðið verður liðugt á sumri í 2021.

Bygdaráðið tók 30. november støðu til at taka av tilboðnum uppá kr. 4.179.567,00 við Sp/f Konsax um Vinnuøkið omanfyri Stykkið.

Í dag varð sáttmálin millum Konsax og Kvívíkar kommunu undirskrivaður. Arbeiðið fer í gongd 14. desember 2020, og arbeiðið verður liðugt á sumri í 2021.

Saman við IRF, fer Kvívíkar kommuna undir eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum.
Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger.
Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).

 

Diana Jacobsen, Undir Gráasteini 1, 340 Kvívík: 4 atkvøður

Elisa Abrahamsen, Uppi í Trøð 9, 340 Kvívík: 9 atkvøður

Jacoba Vang Petersen, Ovari Vegur 38, 335 Leynar: 5 atkvøður

Jónhild Johansen, á Heygnum 15, Kvívík: 3 atkvøður

Luciana Santos, Frammi í Gerði 9, 340 Kvívík: 3 atkvøður

Maria Vang, Gerðisgøta 8, 340 Kvívík: 2 atkvøður

Marjun Danielsen, Úti á bø 8, 340 Kvívík: 8 atkvøður

Morten Hust Petersen, Víkarvegur 29, 340 Kvívík: 10 atkvøður

Sigrun Helga Magnussen, Leynarvegur 59, 335 Leynar: 2 atkvøður

Vald sum foreldraumboð í skúlastýrið eru Morten Hust Petersen, Elisa Abrahamsen og Marjun Danielsen.

 

 

 

 

 

 

 

 

Valúrslitið sæst við at trýsta á leinkjuna.

http://kvf.fo/kv2020

Í gjárkvøldið skipaði nývalda bygdaráðið í Kvívíkar kommunu seg.  

Hans Jóhann Sørensen er valdur til borgarstjóra.

Frank Müller er valdur til varaborgarstjóra

Almenn móttøka verður í morgin hósdagin frá kl. 17.00 til 19.00 í samband við at Vatnmyllan verður tendrað.
Vatnorkuætlanin er slóðbrótandi í Føroyum. Við minivatnorku ætlanini verður møguligt hjá kommununi at hita allar kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna er heilt lítil.

Ætlanin er sostatt at taka eitt stórt fet á leiðini at minka um útlát av vakstarhúsgassi í kommununi.

Kommunan fylgir corona tilmælinum og tískil skulu fólk møta í Látipípuni í Áarlon.

Vitjanartænastan hjá Reyða Kross Føroya er nú eisini í Kvívík 
Tann 19. oktober 2020 vóru Jóannes, Eyrith og Marin í Kvívík saman við borgarstjóranum Hera Müller, formanninum í trivnaðarnevndini Ragnar Isaksen og samskipaðu Vitjanartænastu í Kvívík saman við Reyða Kross Føroya.
Tað er Brynhild Joensen og Nelly H. Debes sum umsita Vitjanartænastuna í Kvívík.

12. oktober byrjaði Jákup Sundsstein Jóanesarson sum leiðari á Dagstovninum í Áarlon í Kvívík. Jákup hevur nógvar ymsar royndir innan námsfrøðiliga økið. Kvívíkar kommuna ynskir Jákupi vælkomnum.

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Kvívíkar kommunu í 2020. Fyrsta januar í ár búðu 597 fólk og í dag búgva 630 fólk í kommununi, sum so eisini er tað hægsta nakrantíð. Hægsta skrásetingin áðrenn var í august 2006, tá tað vóru 618 fólk skrásett. Kommunan væntar, at fólkatalið fer at økjast munandi komandi árini.

 

Nógvur fuglur er ofta at síggja í Kvívík. Um tú gongur tær ein túr fram við ánni, kanst tú síggja fleiri ymisk fuglasløg. Ein av smáfuglunum, sum ofta er at síggja eru tjaldursgrælingar, sum síggjast á myndini.

Stórur áhugi er fyri at seta búgva í Kvívíkar kommunu. Seinastu kommunalu grundøkini í Leynum vóru seld fyri tveimum  árum síðan. Í løtuni ger PF/Tórhall Hansen 7 grundøki afturat í Leynum. Eftir ætlan verða grundøkini klár á várið 2021. Øll grundøkini, sum eru í gerð eru seld. Fólk, ið ynskja grundøkini í kommununi kunnu seta seg á bíðilistan.

KVÍVÍKAR KVØLDSKÚLI 2020 / 2021

1. MØBLAPOLSTRING
Undirvísari: Jóhannes Bláfoss
Tíð: leygardag kl. 09.30 - 16.30
Í 2020 viku: 43, 45, 47 & 49
Í 2021 viku: 3, 5, 7, 9, 11 & 13

Vallistarnir til kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini frá 07.10.2020 til og við 19.10.2020. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin.

Nú føroyska samfelagið enn einaferð hevur megnaÐ at fáa tamarhald á COVID-19 smittuni, og heilsumynduleikarnar ídag kenna meira til smittuna enn fyri bert fáum mánum síðan, meta vit tað vera tíð til at lata enn meira upp fyri vitjanum. Hetta verður gjørt í andanum av, at tað – umframt á starvsfólkunum – eisini áliggur hvørjum einstøkum vitjandi at tryggja, at smittan ikki verður borin inn á heimini.

 

Nú skúlarnir byrjar aftur, fer skúlabussurin at koyra sum vanligt.
Kvívíkar kommuna mælir til at fylgja almennu tilmælinum um at brúka munnbind í bussinum.

 

1. juli varð Petur Müller settur í starv sum sløkkiliðsleiðari.

Kvívíkar kommuna ynskir honum bestu eydnu í nýggja starvinum.

Kunning frá NET
Góðu kvívíkingar,

Ein spennandi tíð stendur fyri framman, tí í næstum fara vit í holt við at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Kvívík í sambandi við stóru verkætlanina at leggja fipurnet kring alt landið.

Í sambandi við, at kommunan ætlar at tøma bátahylin Niðri í Urð í Kvívík, heitir kommunan á borgarar, sum hava eitthvørt liggjandi, um at fáa hetta burtur. Um borgarar ikki hava tikið teirra lutir innan 11. mai 2020, verður hetta gjørt fyri eigarans rokning.

Kommunnan arbeiðir støðugt við at menna heimasíðuni, so tað skal verða lættari hjá borgarunum at finna upplýsingar. Um tað er eitthvørt, ið væntar á heimasíðuni ella annað, ið kann verða við til at betra um heimasíðuna, eru tit altíð vælkomin at geva okkum eitt preið um hetta á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.