Ruddingardagur/fríðkanardagur 6. juni 2026
Útgivið 1. juni 2026
Árligi ruddingardagurin hjá Kvívíkar kommunu, verður leygardagin 6. juni 2026. Vit fara at fríðka um í bygdunum, og vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.
Kvívíkar kommuna heitir á tykkum um at seta kross í kalendarin og møta fjølment til ruddingardagin 6. juni.
- Byrjað verður við morgunmati klokkan 09.00 í Glæmuni í Kvívík, í skúlanum í Leynum og við bátahylin á Válinum
- Bygdafólkið á Skælingi, á Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum.
- Eitt telt verður sett upp við bátahylin, har fólki á Válinum møta.
- Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur til suppu og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.
- Øll húsarhald fáa ein posa við sniglagift.
Onnur tíðindi
Útgivið 26. mai 2026
Kunning
Vegna umvæling verður svimjihylurin stongdur frá í dag av til eftir summarfrítíðina.
Útgivið 21. mai 2026
Bydaráðsfundur 28.05.2026
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 28.05.2026 kl. 15:30
Útgivið 13. mai 2026
Skrúvað verður fyri vatninum á Ovara Vegi og Garðavegi í Leynum