Kavarudding

Vetrarhald av kommunalu vegunum í Kvívíkar kommunu

Kavarudding og salting verður framyvir avgreidd á hendan hátt.

Kavarudding og saltinga av vegunum er flokka í 3 stig. Har stig 1 er fyrsta raðfesting síðan 2 og 3, bæði tá talan er um kavarudding og salting.

Stig 1.  –  er merkt við reyðum á kortunum    

Stig 2.  – er merkt við bláum á kortunum

Stig 3.  – er merkt við grønum á kortunum

Vegir merktir við brúnum eru landsvegir, og teimum varðar Landsverk av.

Tá tað kavar nógv/illa kann koma fyri, at tað bert ber til at halda reyðu og bláu vegirnar. Grønu vegirnir verða grivnir, tá tíð er til tað. 

Miðja verður eftir at byrja verður at salta og grava tíðliga á morgni. Mánadag til fríggjadag verður byrja kl. 5.00, leygardag kl. 6.00. Sunnu- og halgudagar verður byrja kl. 9.00. Grivið verður ikki eftir kl. 21.00 á kvøldi.

Kvívíkar kommuna miðar eftir at vegirnir verða ruddaðir soleiðis, at bilar sum eru væl skøddir kunnu koyra.

Bilar til ampa:

Trupult er tá bilar standa til ampa fyri kavaruddingini. Tað KANN tí enda við, at tað ikki verður grivið, um maskinførarin ikki metur tað vera ráðiligt.

Heitt verður á borgarar um at hjálpa til við at seta bilarnar soleiðis, at teir eru til minst ampa fyri kavaruddingini.

Sí leinkjur til kort, har síggjast kann, hvussu kommunalu vegirnir verða grivnir og saltaðir.

Góðkent á bygdaráðsfundi 3. oktobur 2024

Kvívíkar kommuna

Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri