Børn og ung

  • Kvívíkar kommuna og Áarlon bjóða dagstovna- og frítíðarskúlapláss til børn í aldrinum 1 ár og  til og við 3.flokki. Eisini hava vit ungdómshúsið "Hellan".

    Áarlon heldur til Frammi í Forna 1. Telefonnummarið er 662410 og t-posturin er stovnur@kvivik.fo.

    Í Áarlon eru vøggustovur, 1 – 3 ár

    ·         Summardáin

    ·         Sóljan

    Barnagarðsstovur, 3 – 6/7 ár

    ·         Blákollan

    ·         Smæran

    ·         Baldursbrá

    Frítíðarskúli, 1. – 3.flokk

    ·         Hellan

    Í Áarlon er málið:

    ·         at skapa trivna, tryggleika og menning hjá børnunum

    ·         at virka í góðum samljóði við børn, foreldur/avvarðandi og starvsfólk

    ·         at stuðla og eggja børnunum til gott sjálvsvirði, gott samanhald og góðan fólkaskikk

    ·         at læra og stuðla uppundir rørslu, hugflog, góðan málburð, fólkaræði og menniskjafatan hjá børnunum

    ·         at læra og stuðla børnunum í at virða og kenna náttúruna og nærumhvørvi

    ·         at eggja til og stuðla uppundir ábyrgdarkensluna og sjálvbjargni hjá børnunum

    Foreldrasamstarv

    At hava gott samstarv foreldur og Áarlon ímillum, er rættiliga avgerandi fyri trivnaðin. At vit síggjast 2 ferðir um dagin – á morgni og aftur seinnapart – er ein risafyrimunur, og ger, at vit kunnu taka nógv prát í gerandisdegnum. Foreldur eru eisini vælkomin at siga frá, um tey hava eitthvørt upp á hjarta.

    Upp- og afturlatingartíðir

    Vøggu- og barnagarðsstovurnar í Áarlon lata upp kl 07.15 og lata aftur kl 17.00.

    Frítíðarskúlin Hellan letur aftur kl 17.00.

    Samband

    Jákup S. Jóanesarson, leiðari Tlf 292412
    Høgni Hummeland, varðaleiðari Tlf 585335
    Summardáin (vøggustova) Tlf 292413
    Sóljan (vøggustova) Tlf 292414
    Smæran (barnagarðsstova) Tlf 292415
    Blákollan (barnagarðsstova) Tlf 292416
    Baldusbrá (barnagarðsstova) Tlf 292418
    Hellan (frítíðarskúli) Tlf 292411

     

  • Hellan heldur til Frammi í Forna 1. Telefonnummarið er 292411.

    Ungdómshúsið Hellan er eitt kvøldartilboð til børn í 4. flokki til og við 10. flokk.

  • Skipaður skúli kom til Kvívíkar í 1905. Katrin Samuelsen var lærarinna og skúli var hildin í bóndagarðinum uppi á Hellu.

    Kvívíkar skúli er ein 5 flokkaður skúli.

    Vitja heimasíðu skúlans: Kvívíkar skúli

  • Skúlabussurin koyrur næmingar av Skælingi, Stykkinum, Válinum og úr Leynum til og frá skúla. Ferðaætlanin er samskipað við skúlagongdina hjá næmingunum 

    Skúlaárið 2023/24 koyrur bussurin soleiðis:

    Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag
    av Skælingi kl. 7.35 av Skælingi kl. 7.35 av Skælingi kl. 7.35 av Skælingi kl. 7.35 av Skælingi kl. 7.35
    úr Kvívík kl. 13.20 úr Kvívík kl. 12.20 úr Kvívík kl. 13.20 úr Kvívík kl. 14.20 úr Kvívík kl. 11.20
    úr Kvívík kl. 14.15       úr Kvívík kl. 12.30

     

  • Barnaverndartænastan VEKS

    Kvívíkar, Vestmanna, Eiðis, og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg sum barnavernd.

    Samband

    Telefon: 667271
    Vakttelefonin: 297200
    Teldupostur: bvt@sunda.fo 

    Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd

    Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka. Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.

    Barnaverndartænastan hevur hesar upplatingartíðir

    Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag er opið frá kl. 9.00 - 16.00
    Mikudag er opið frá kl. 10.00 - 16.00

    Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200. Eisini ber til at senda teldupost á bvt@sunda.fo

    Endamálið við arbeiðinum

    Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir við viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.

    Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.

    Barnaverndarnevndin

    • Lau Jensen, formaður (Eiðis kommuna)
    • Marsanna Ei. Tummasardóttir, varaforkvinna (Sunda kommuna)
    • Joan Vang, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
    • Paula Bøgesvang, nevndarlimur (Eiðis kommuna)
    • Tórarinn Niclasen á Rípuni, nevndarlimur (Kvívíkar kommuna)
  • Tannlækni

    Brandur Joensen hevur kommunalu barna- og ungdómstannrøktina í Kvívíkar kommunu um hendi.

    Bústaður

    Garðatúni 12
    Vestmanna
    Telefon: 424167

    Um tannrøktina

    Børn eru til regluligar kanningar frá uml. 2 ½ ára aldri til og við 10. flokki.

    Skúlatann­læknaskipanin fevnir um tannrøkt, kunning um tannrøkt og tannheilsu hjá børnum eins og tannlæknaviðgerð. Børnini koma til kanning eina ferð um árið og annars eftir tørvi.

    Uttanfyri vanliga arbeiðstíð

    Um barn hevur tørv á tannlæknaviðgerð uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eiga foreldur barnsins at ringja til tannlæknan á telefon 424167. Í skúlafrítíðum verður verður hugt regluliga eftir nummarvísaranum.

  • Barnafrádrátturin í Kvívíkar kommunu er í løtuni kr. 5.100,-

    eingir lutir