Eldri
-
VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu
Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænstu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um:
- Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
- Heimahjálp
- Heimasjúkrarøkt
- Venjingar / ergo- og fysioterapi
- Matútbering
- Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri
- Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum
Les meira um VEKS á www.veks.fo.
-
Kullan er staðið, har tey tilkomnu í kommununi koma saman. Í Kulluni verður m.a. spælt kort, bundið, tosað, spælt spøl og hugna. Eisini er møguleiki fyri einum kaffimunni og onkrum heimabaka afturvið. Tað ókeypis at koma í Kulluna.
Kullan er opin
- Mikudag kl. 15.00 til 18.00
- Mikukvøld kl. 20.00
Kullan er í summarfrí frá uml. 1. juni til 1. septembur
Ábyrgadarfólk
Brynhild Joensen
Telefon: 276760