Bygdir
-
Bygdin er eldri enn hundrað ára gomul, og hon hevur enntá sítt egna postnummar. Tó so eru mong í Føroyum, sum einki kenna til Válin. Válurin er lítil bygd eystaru megin havnina í Vestmanna.
Orðið ‘válur’ merkir ‘árundur heyggjur’. Í hesari væl goymdu perluni búgva 44 fólk (2025). Stórur partur av bygdarfólkinum eru tilflytarar. Tann, sum bygdi Válin í 1840, Óli Jákup Magnussen æt hann, var úr Hvalvík.
Lendingarviðurskiftini eru betri á Válinum enn í Kvívík, har ið onkuntíð ikki er atkomuligt, tá ið komið verður av útróðri. Av Válinum er gott at rógva út, og Kvívíkar sóknar róðrarfelag heldur eisini til á Válinum. Tey húsast í gamla Grindanótaneystinum. Inni í neystinum eru góðar umstøður við rógvimaskinum umframt súkklum til innanduravenjing.
Válur er grannabygd við Vestmanna, bara ein á skilur bygdirnar sundur. Samanhaldið er gott við Vestmanna, tó at Válur er í Kvívíkar kommunu. Vestmenningar kunnu finna upp á at prika válarfólk, at um tey koma yvir um ánna, so mugu tey hava passið við. Spyrt tú bygdarfólkið, so eru tey hvørki vestmenningar ella kvívíkingar. Tey eru válarfólk.
-
Tað er einki at siga til, at víkingar búsettu seg í Kvívík longu fyri túsund árum síðan. Bygdin vendir mestsum í ein beinan sunnan, og sostatt er sera góður sólargangur. Norðan fyri Kvívík eru veldig fjøll, sum sláa ring um bygdina og verja fyri høgættini.
Undir Egilsfjalli rennur áin Stórá beina leið oman í Kvívík. Fyrst fer hon bóltandi oman Kjalnafoss, seinni Ravnafoss, og síðan fer hon tutlandi so stillisliga eftir helluni oman í bygdina: fyrst fram við barnagarðin og skúlan – so fram við kirkjuna frá 1903 – gamla prestagarðin – víkingatoftirnar – og at enda út á hav, hagar flestøll køksvindeyguni í bygdini eisini venda: út á Koltur, sum verður innrammað av Vágum og Suðurstreymoy.
Bygdin var frá víkingatíð fram til fyrst í farnu øld nógv tann størsta í Norðurstreymoy. Í dag kalla 390 fólk bygdina sítt heim (2025), og er Kvívík størsta bygdin í kommununi. Her er sera góður felagsskapur, sum roynist dyggur, tá ið á stendur.
Annars er trygt og friðarligt í Kvívík: óendalig náttúra hjá børnum at spæla í, góður bátahylur, ókeypis dagstovnur og enntá svimjihøll. Kvívíkingar eru, sum so mangir aðrir føroyingar, góður við og ernir av heimbygd síni. Hetta er ein gomul – men eisini framkomin – bygd í menning, har ið stutt er at koyra til alt.
-
Á Stykkinum er ikki neyðugt við landslagsmálningum á stovuvegginum. Tað er bara at draga gardinurnar frá, og har sært tú ljós og litir, sum eingin franskur impressionistur megnar at endurskapa: ein panoramamynd av Koltri, Hesti, Sandoynni – ja, sjálvt Suðuroyggin sæst úr køksvindeyganum.
Stykkið er niðursetubygd frá Kvívik. Tey fyrstu fólkini búsettu seg her í fyrru helvt í 19. øld. Upprunanavnið var tó ikki Stykkið, men “Solitude”. Hetta navnið kom frá einum presti, sum bleiv settur í starv í Kvívík. Hesin prestur hevði tørv á at kunna fáa frið, sita og studera og lesa. Økið her á Stykkinum hoyrdi til prestagarðin í Kvívík, so presturin bygdi sær eini hús her.
Bygdin er – sum navnið eisini bendir á – ein tann minsta í Føroyum. Men orðatakið “har hjartarúm er, er eisini húsarúm” vísir sítt virði á Stykkinum. Samanhaldið er gott, og gestablídni við, tí alsamt fleiri familjur hava valt at búsett seg á Stykkinum. Tá ið mann er staddur á Stykkinum, er tað ikki torført at skilja hví. Her í erva er bergtakandi útsýni, tú sært í allar ættir. Men ættirnar síggja eisini Stykkið, tí ábart er, og kann tað leika hart á um veturin.
Børnini á Stykkinum ganga í skúla og barnagarði í Kvívík. Annars er gott samband aðrastaðni. Bussar koyra, og teinurin til høvuðsstaðin hevur einki upp á seg, mestsum slætt allan vegin suður: eingi høg fjøll og einki tunnilsgjald.
Tveir býlingar eru á Stykkinum umframt tvinni hús frammi á Trøð. Upprunafólkini eru fá, nú á døgum eru mestsum bara tilflytarar á Stykkinum. Tú kundi kallað hetta fyri eitt multietniskt samfelag, tí tilflytararnir koma úr øllum heraðshornum: USA, Peru, Namibia og Danmark. Á Stykkinum búgva 39 fólk (2025).
-
Leynar. Essið í ermuni hjá Kvívíkar kommunu. Hvørt summar fara fólk í hundraðtali stórleypandi oman á Leynasand, “har dreymar reka upp á land”, sum Danny Baldursson og Ingi Poulsen sungu á sinni. Tey grilla, svimja í sjónum, byggja sandslott og vassa í ánni. Ósin er flógvur, tá ið sólin skínur, so at áin verður passaliga heit.
Tað er tó ikki bert í góðveðri, at føroyingar fara tuskandi til Leynar. Sandurin er stórur, og tí er hetta eisini ein av bestu hvalvágum í Føroyum. Tá er eisini nógv fólk at síggja.
Søgnin sigur annars, at upprunaliga var eingin sandur í Leynum. Ein ódn – Kyndilsmessuódnin – í 1600-talinum skuldi havt verið so ógvislig, at alt landið stóð í einum roki, og sandurin í Kvívík varð syftur til Leynar.
Leynar er annars eitt málfrøðiligt kuriosum. Málfrøðingar hava leingi skriðað sær í nakkanum um upprunamerkingina til staðarnavnið. Onkur giting er, at navnið stavar frá norrøna ‘laun’, sum svarar til føroyska orðið ‘loyniligt’. Og so varð antin ‘havn’ ella ‘hagi’ skoytt uppí – Leynhavn ella Leynhagi – sum so varð stytt til Leynar. Tað vil siga, at merkingin kanska er eitt stað, sum er loyniligt ella fjalt. Hendan lýsingin hóskar seg væl, tí fjøllini eru høg rundanum.
Bygdin sjálv er lítil, men hon er væl varðveitt. 121 fólk búgva í Leynum (2025), og mong eiga summarhús í Leynum. Seinastu árini er fólkatalið farið at vaksa, serliga barnatalið. Tað er einki løgið í tí, tí reinari friðsælu og vakrari náttúru finnur tú ikki í øllum landinum.
-
Nær er ein bygd lítil, og nær er hon stór? Er tað fólkatalið, sum avger tað? Veldst tað um, hvussu nógv sethús eru? Ella er tað áseyðatalið? Ella er tað kanska sansaliga upplivingin av staðnum hjá einstaklingum? Um tað er síðstnevnda, so er Skælingur nógvar ferðir størri enn allar hinar bygdirnar í kommuni: Dalurin er risastórur, og tindarnir hevja seg upp til himmals. Skælingsfjall er so høgt, at fólk hildu hetta vera hægsta fjallið í landinum – líka til nýmótans mátitól handaðu fyrstaplássið til Slættaratind.
Men á pappírinum er tað oftast fólkatalið, sum ger av, um ein bygd er stór. – Og í so máta er Skælingur ein av minstu bygdunum í landinum. Einans 13 fólk búgva í Skælingi (2025). Eini sethús vóru reist í 2023, og hetta var fyrstu ferð í trý áratíggju, at fólk bygdi sethús á Skælingi.
Skælingur er tó ein gomul bygd. Fyrstu ferð hon verður nevnd er í fútaroknskapinum í 1583. Tá sæst, at Skælingur var eitt festi. Men í 1628 varð festið býtt sundur í tvey, og soleiðis er enn í dag. Eins og tá hevur seyðahaldið enn nógv at siga í Skælingi.
Skælingur er ikki niðursetubygd, men markatalsbygd. – Men at bygdin ongantíð hevur vaksið seg stóra, man vera, tí at tað ikki ber til at rógva út. Einki lendingarpláss er við sjóvarmálan, og bygdin liggur uppi á dalinum. Sostatt er hetta brimpláss, og í ódn í brimi kanst tú síggja alt frá krossfiski til krabba í túninum hjá fólki.
Børnini í bygdini súkkla javnan til Leynar at spæla við aðrar javnaldrar. Tað er ein góður teinur at súkkla, og hóast tað er steyrrætt niður á sjógv frá vegnum, so er eingin vandi á ferð, tí skælingsbørn vita, at mann ongantíð má fara oman um autoverjuna.
Skælingur er annars ein av fáu bygdunum í Føroyum, sum venda vestureftir, og sólin sær ikki fyrr enn á middegi. Men vesturskinið er sera hugtakandi, og sólsetrið er sum úr dreymi.




