Umhvørvi

  • Ruskplássið í Kvívíkar kommunu liggur norðuri á Brúnum, oman fyri Kvívík.

    Avgreiðslutíð

    • Mánadag og mikudag kl. 17:00-18:45
    • Leygardag kl. 10:00-16:30

    Telefon: 292406.

    Vinnuligt burturkast og størri nøgdir av burturkasti, so sum byggitilfar og annað skal ikki latast á ruskplássið, men koyrast beinleiðis til IRF.

  • Um mold skal koyrast burtur ring til arbeiðsformannin á telefon 292401.

    Moldgoymsaln hjá Kvívíkar kommunu er á Skælingi, sí mynd.

    Moldgoymslan hjá Kvívíkar kommunu er á Skælingi

  • IRF stendur fyri innheintani av burturkastinum fyri Kvívíkar kommunu. Á heimasíðuni hjá IRF kanst tú lesa meira um innheintanina www.irf.fo.

    Fólk, sum ikki hava bústað í kommununi kunnu keypa posar í Fast í Kollafirði ella í Á handlinum í Vestmanna, og er heintan av posinum íroknað gjaldið fyri posan.