Kommunustýrisskipan
Tak PDF av niður her av Kommunustýrisskipanini fyri Kvívíkar Kommuna. Sí annars ymsu greinarnar niðanfyri.
-
Bygdaráðið hevur 7 limir, ið verða valdir eftir reglunum kommunalu vallógini.
Bygdaráðið ásetir nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan 1 .
Bygdaráðið ásetir nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan 2 .
Bygdaráðið velur ein borgarstjóra í ½ starv og ein varaborgarstjóra 3 .
Um borgarstjórin hevur forfall, røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið. Er fráveran meiri enn 2
mánaðir, skal bygdaráðið velja fyribils borgarstjóra við gildi, til fráveran heldur uppat. -
Uppgávurnar hjá borgarstjóranum eru lýstar í kapittul 4 í kommunustýrislógini og eru uppgávur
m.a. hesar:Dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini.
Býtir málini út til ymsu nevndirnar.
Tekur sær av málum, sum ikki fara í nevnd.
Gevur fundarboð.
Fyrireikar bygdaráðsfundir.
Kunnar bygdaráðslimir um hvørji mál eru innkomin og koma fyri á fundum.
Leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at bygdaráðslimir kunnu gera
sær sína egnu meting um málið.Boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan seinasta fund.
Ansar eftir at mál, ið krevja bygdaráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin.
Sær til at málini verða avgreidd, og um neyðugt gera fyriskipan um hetta.
Tekur avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, og har eingin orsøk er til iva.
Ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum bygdaráðsins.
Ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
Ansar eftir, at allar samtyktir á bygdaráðsfundi verða førdar í gerðabók.
-
Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommununnar verða hesar føstu
nevndir skipaðar 4:- Fíggjarnevnd
- Teknisk nevnd
- Trivnaðarnevnd
Val av limum og tiltakslimum í fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri
eru valdir.Føstu nevndirnar hava allar 3 limir. Nevndirnar skipa seg sjálvar. Tó er borgarstjórin formaður í
fíggjarnevndini.Almennar ásetingar um virksemið í nevndunum
Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í eini ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál.
Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum.
Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri
bygdaráðið til avgerðar.Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttanum gera føstu nevndirnar, gjøgnum fíggjarnevndina, tilmæli til
bygdaráðið.Nærri reglur um nevndararbeiðið hjá føstu nevndunum kunnu verða ásettar í fundarskipanini.
Bygdaráðið velur lim í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har bygdaráðið ella kommunan sambært øðrum
fyriskipanum skal verða umboðað.Bygdaráðið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva
bygdaráðnum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd. Bygdaráðið ásetir nærri reglur bæði um
virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum. -
Í fíggjarnevndini er borgarstjórin formaður, og 2 aðrir bygdaráðslimir. Nevndin samskipar arbeiðið
hjá øllum nevndum undir bygdaráðnum.Nevndin tekur sær av umsitingini av teimum viðurskiftum, sum eru løgd til hana sambært kapitul 8 í
kommunustýrislógini.Nevndin ger uppskot og tilmæli til bygdaráðið um fíggjarætlan.
Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið viðvíkja kassa- og roknskaparverki og
lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununar.Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av:
At gjørd verður ein bókhaldsskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin.
At liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður.At viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá
grannskoðanini.
At leggja grannskoðaða roknskapin saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri bygdaráðið til
góðkenningar.Fíggjarnevndin ger reglur fyri:
Trygging av kommunalum ognum.
Samskipan av keypi.
Hvussu borgarstjórin og umsitingin fer fram í starvsfólkamálum.
Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av at áseta hóskandi fyrisitingarligar mannagongdir, sum á nøktandi
hátt tryggja, at kommunan hvørki tilætlað ella av ósketni verður fyri fíggjarligum missi, og tryggjar at
møguligir feilir verða funnir, sum gera tað møguligt hjá nevndini leypandi at fremja sítt
játtanareftirlit.Fíggjarnevndin hevur eftirlit við:
At inntøkurnar hjá kommununi koma inn rættstundis, og at møguligur útistandandi peningur verður
innkravdur.At umsiting av fíggjarogn verða umsitnir forsvarliga og í samsvari við avgerðum hjá bygdaráðnum.
At ikki verður farið út um játtanirnar í fíggjarætlanini, uttan at bygdaráðið hevur samtykt hetta.
At øll skjøl verða goymd á tryggan hátt.
Lønar- og setanarviðurskiftinum fyri sjálvsognarstovnar, sum kommunan hevur avtalur við.Áðrenn mál viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða løgd fyri
bygdaráðið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli, har m.a. fíggjarligu avleiðingarnar verða
umrøddar.Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri bygdaráðið. Við hvørja
upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:Tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár.
Tann upphædd, ið er avsett fyri inniverandi ár.
Staðfesta upphæddin fyri undanfarna ár.
Viðmerkingar skulu vera við hvørja upphædd í fíggjarætlanini, sum siga undir hvørjum treytum
upphæddin kann brúkast, og hvør ið hevur ábyrgd av upphæddini.Grannskoðarar hjá kommununi eru SPEKT løggildigir grannskoðarar.
-
Tekniska nevndin tekur sær at tí beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á tí tekniska økinum, havna og lendisøkinum, viðvíkjandi m.a.:
Býar- og byggisamtyktum.
Byggi- og bústaðarviðurskiftum.
Vatnveiting.
Kloakkum.
El og gøtuljós.
Brunamálum sambært brunalóggávuni.
Vegum og ferðslu.
Kommunalum virkjum og veitingarvirkjum.
Frárensluverkum.
Kommunalum bygningum og verkløgum, sum ikki hoyra undir aðra nevnd.
Havnum.
Renovatión.
Áum.
Grindavágum.
Hegnsýni.
Djórahaldi.
Bilvrakum.
Klagum um umhvørvið.
Gjøld fyri veitingarvirki.
Í samstarvi við fíggjarnevndina, ger nevndin uppskot og tilmæli til bygdaráðið um:
Íløguætlanir fyri omanfyri nevndu øki innan 1. september.
-
Trivnaðarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á
undirvísingar- og mentanarliga økinum og almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi:Dagstovni, frítíðarskúla og ungdómsklubba.
Fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúlanum.
Frítíðartiltøkum.
Bókasavnsviðurskiftum.
Savnsviðurskiftum.
Musikskúlum.Útláni og útleigan av hølum í kommunalum bygningum til feløg v.m.
Sáttmálum, kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunalu samstørv á økinum hjá
nevndini.Ferðslutrygd.
Matvørulógini.
Í samstarvi við fíggjarnevndina, ger nevndin uppskot og tilmæli til bygdaráðið um:
Íløguætlanir fyri omanfyri nevndu øki innan 1. septemberReglur fyri útlán og útleigu av hølum í kommunalum ognum og fyri stuðul til feløg v.m.
-
Bygdarráðið ásetir samsýning fyri borgarstjóra, bygdaráðslimir, nevndarformenn, nevndarlimir og
umboð sambært kunngerð nr. 93 frá 2014 við heimild í kommunustýrislógini.Borgarstjórin
Borgarstjórin fær samsýning ájavnt við 35. lønarflokk sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Tænastumannafelag Landsins.
Borgarstjórin fær ikki fundar- og aðrar samsýningar.
Borgarstjórin hevur eftirlønarskipan, sum er góðkend av bygdaráðnum og lýkur ásetingarnar
kunngerð nr. 93 frá 2014Varaborgarstjóri
Varaborgarstjórin fær samsýning sum nevndarformaður í eini nevnd tvs. 24 ferðir upphæddini, sum
er avtalað fyri fundir styttri enn 3 tímar sambært semja millum Fíggjarmálaráðið ogTænastumannafelag Landsins.
Nevndarformenn
Nevndarformenn fáa dupulta samsýning tvs. 24 ferðir upphæddini 5 , sum er avtalað fyri fundir styttri
enn 3 tímar sambært semja millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Samsýningin
er fyri luttøku á fundunum og at vera formaður.Samsýning fyri luttøku á bygdaráðsfundi
Bygdaráðslimir fáa fasta samsýning fyri luttøku á bygdaráðsfundi sambært kunngerð nr. 93 frá 2014
§ 2, stk. 2 Samsýningin er 12 ferðir upphæddini 6 , sum er avtalað fyri fundir millum 3 og 5 tímar
sambært semja millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins .Samsýning fyri luttøku á nevndarfundur
Nevndarlimir fáa fasta samsýning fyri fundirnar í nevndunum sambært kunngerð nr. 93 frá 2014 § 2,
stk. 2 Samsýningin er 12 ferðir upphæddini, sum er avtalað fyri fundir millum 3 og 5 tímar sambært
semja millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.Annað virksemi
Umframt fasta samsýning verður latin samsýning eftir reglunum sambært kunngerð nr. 93 frá 2014 §
2, stk. 2 fyri:- Luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur.
- Skeiðsluttøku, sum bý- ella bygdarráðið hevur góðkent.
- Og annað virksemi eftir umbøn frá bý- ella bygdaráðnum ella eini fastari nevnd.
Samsýningin er sambært semja millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.
Um nevndir skulu umboða kommununa uttanfyri vanligar fundir, so skal borgarstjórin ella
bygdarráðið takast við upp á ráð.Tiltakslimur
Tiltakslimur fær samsýning sum bygdaráðslimur ella nevndarlimir. Tiltakslimur fær tó einans
lutfalsliga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er limur. Tiltakslimur, sum einans møtir á
einstøkum fundi, fær tá fundarsamsýning. -
Bygdaráðslimur kann skrivliga heita á borgarstjóran, um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í
sambandi við fyrireiking til fundir. Borgarstjórin gevur somu upplýsingar til allar bygdaráðslimir.Atgongd til skjalagoymsluna hava borgarstjórin og skrivstovufólk á kommunuskrivstovuni.
-
Uppskot til broytingar í hesi stýrisskipan og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum
bygdaráðsfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.Samtykt á bygdaráðsfundi
12.04. 2021 1. viðgerð
10.05. 2021 2. viðgerð
Dagførda stýrisskipanin fær gildi hin 01.06.2021
Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri