Frítíð og mentan

  • Tað er ókeypis at svimja í Kvívík!

    Týsdagur

    • Familjusvimjing 17:30-19:30
    • Vaksin 19:30-20:30
    • Familjur sleppa í hylin kl. 17:30 og skulu upp kl. 19. Kl. 19:30 eiga familjurnar at vera lidnar í brúsurúminum
    • Vaksin skulu upp úr hylinum kl. 20:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 20:30

    Hósdagur

    • Børn í skúlaaldri 16-17:30
    • Familjusvimjing 17:30-19:30
    • Vaksin 19:30-20:30
    • Børn í skúlaaldri skulu upp kl. 17:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 17:30
    • Familjur skulu upp kl. 19 og eiga at vera liðug kl. 19:30
    • Vaksin skulu upp úr hylinum kl. 20:15 og vera liðug í brúsurúminum kl. 20:30

    Leygardagur

    • Almenn svimjing 9:00-12:00
    • Øll fara upp í seinasta lagi kl. 11:30 og vera liðug í brúsurúminum kl. 12
  • Ókeypis tilboð til allar borgarar í Kvívíkar kommunu

    Her ber til hjá bæði børnum og vaksnum at koma at lesa og/ella lána bøkur o.a.

    Bókasavnið í Kvívíkar skúla er opið hósdag klokkan 17:00-20:00 

  • Kvívíkar Kvøldskúli bjóðar hvønn vetur ymiskt slag av frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi. Ymiskt handaligt plagar at vera á skránni, umframt fimleikur.

    Endamálið við hesum tilboðum er at betra um trivnaðin í Kommununi, umframt at stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki og at stuðla upp undir lívslongu læringina.

    Kommunan samskipar kvøldskúlatilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í Kommununi. Um tú hevur hugskot til nýggj skeið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oluf Müller á kvoldskulin@kvivik.fo

    Dátuverndarkunning til Kvívíkar kvøldskúla 2024 25.pdf

  • Bátahylurin í kommununi er á Válinum og eru har pláss fyri 55 bátum.
    Um borgari ynskir at fáa bátapláss skal umsóknarblaðið sendast til kvivik@kvivik.fo 
    Umsóknarblaðið finnir tú her
    Meira kunning um treytir o.a. í sambandi við umsókn um bátapláss fæst við at lesa reglugerðirnar fyri bátapláss her

    Vegleiðing um keyp av korti til elnýtslu í bátahylinum á Válinum

    Upphæddin upp til kr. 999 skal flytast á konto Bank Nordik 6460 - 201.502.3 hjá Kvívíkar kommunu. Kortið kann heintast á kommunuskrivstovuni, havi kvittan uppá flytingina við. Eitt depositum á 50,- kr. er uppá kortið, og má tað leggjast uppá upphæddina, tá flutt verður fyrstu ferð. Um tú t.d. ynskir at koyra 100,- kr. á kortið, mást tú flyta 150,- kr. fyri fyrstu flyting. Nýggjar áfyllingar verða gjørdar við at flyta upphæddina til kommununa og viðmerkja navn á leigarunum av bátaplássinum, kortið skal dagførast á kommunuskrivstovuni, eftir at peningurin er fluttur á kortið.

  • Svimjifelagið Hellufossur hevur heimstað í Kvívík.

    Vit hava ein facebook bólk, sum tú kanst umbiðja limaskap hjá. Sí her

    Endamál felagsins er

    • At virka fyri svimjiítrótti og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka á tí støði viðkomandi hevur hug og evni til.
    • At skapa áhuga fyri svimjing og virka fyri trivna og menning hjá limunum.

    Nevndin

    • Sára Midjord, forkvinna
    • Helgi Simonsen, næstformaður
    • Joan M. Joensen, kassameistari og skrivari
    • Benadikta Debes, tiltakslimur
    • Anja Eydnudóttir, tiltakslimur
    • Torstein P. Brattaberg, tiltakslimur
  • Húsið rúmar tiltøkum fyri fólkið í kommununi

    Ábyrgdarfólk: Guðrið Holm tlf. 211523

  • Skótarnir halda til í skótahúsinum í Kvívík, Kirkjuvegur 28.

    Møtitíðirnar eru:
    Skótarnir: Týsdag kl. 17.30 - 19.30 (5. flokkur og eldri)
    Eldri úlvalið: Hósdag kl. 15.00 - 16.30 (3. og 4. flokkur)
    Yngri úlvalið: Hósdag kl. 17.00 - 18.30 (1. og 2. flokkur)

     

    Ábyrgdarfólk: Marna Knudsen tlf. 225253

  • KSR - Kvívíkar Sóknar Rórarfelag

    Formaður: Randi Jacobsen tlf. 272450

  • Føroya Hundaførarafelag er eitt áhugafelag ið skipar fyri hundavenjing, kappingum og royndum. Eisini hevur felagi til endamáls, at betra um viðurskifti hjá hundaeigarum, og djórum yvirhøvur.

    Felagið skipar fyri hundavenjing ymsa staðni í landinum. Allir hundar, líkamikið stødd, aldur og uppruna, kunnu luttaka í venjing felagið skipar fyri.

    sí meira her