Byggiloyvi

Tá ið tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.

Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er játtað. Tá ið tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.

Umsókn um byggiloyvi

Kravdir teigar eru merktir við eini stjørnu

Umsøkjari

Søkt verður um

Søkt verður um (set kross)*

Hvat er ætlanin at byggja

Set kross við hvørja bygging ætlan er at fara undir. Verður søkt um t.d. sethús við sjálvstøðugum bilhúsi / bilskýli, skal krossur setast fyri bæði.

Hvat skal byggjast?

Matrikulnummar

Skrivar matrikulnummar og bygd / býur

Tekniskar innleggingar

Er talan um nýbygging, skal upplýsast um, hvørjar tekniskar innleggingar eru á ognini.

Tekniskar innleggingar

Fylgiskjøl

Viðfest øll neyðug fylgiskjøl sambært vegleiðing.

Fylgiskjøl

Váttan

Fylgiskjøl at leggja við í umsóknini

    • Støðumynd 1:250/1:500
    • Flatmyndir 1:100
    • Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing og lendisviðurskiftum
    • Síðumyndir 1:100 við lendisviðurskiftum og bjargingaropum
    • Kloakkætlan 1:100
    • Sertekning av brunakambi í tak og útvegg 1:20 (tvíhús/raðhús)
    • Avrit av skeyti á ognini
    • Møguligar servittuttar
    • Frágreiðingar og útrokningar
    • Fyri størri bygningar, skulu eisini brunatekningar og statiskar útrokningar
    • Støðumynd við mátum og staðseting
    • Tvørskurður í minsta lagi 1:100 við mátum og tilfarslýsing
    • Støðumynd 1:100/1:200
    • Flatmynd 1:100
    • Síðumyndir 1:100
    • Tvørskurður 1:100 við tilfarslýsing
  • Tekningar av verandi støðu og viðkomandi umbyggingum, sum skulu lýsast fyri at viðgera málið, flatmyndir, síðumyndir og tvørskurðir við tilfarslýsingum.

    • Støðumynd 1:250/1:500
    • Flatmynd 1:100 av verandi og framtíðar støðu
    • Síðumyndir 1:100
    • Tvørskurður 1:50 við tilfarslýsing
    • Tekning av øllum viðkomandi útsíðum, í minsta lagi 1:100 við øllum mátum
    • Tvørskurður, í minsta lagi 1:50 við mátum og tilfarslýsing
  • Øll fylgiskjøl (tekningar, skeyti, servituttar, frágreiðingar, útrokningar og onnur skjøl) viðvíkjandi byggiumsóknini skulu dagfestast, merkjast við matr. nr. á ognini og undirskrivast.

    Tað er umráðandi, at skjøl, ið umfata tekningar, útrokningar og frágreiðingar, eru undirskrivað av persóni, sum hevur gjørt tey. Hesin er samstundis ábyrgdari av, at skjølini eru nøktandi.

    Sambært almennu byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu, skulu tekningar og útrokningar verða gjørdar av fólki við neyðugum førleika. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika at lúka krøvini, ið vanliga verða sett tekniskari projektering.

    Tá ið teknað verður, er týdningarmikið at hugsa verður um kap. 5 og 7 í BK17, ávikavist "Brunaviðurskifti" og "Orka