Jarðarferð

Prestur

Maria Jørðdal Niclasen
Telefon: 237349

Best er fyrst at ringja til prest fyri at vita, um kirkjan er tøk, tá ein ynskir jarðarferðina. Prestur avtalar eina tíð til samtalu við avvarðandi áðrenn jarðarferðina.

Gravarin/kommunan

Arbeiðsformaðurin
Telefon: 292401

Líkbilur

Haraldur S. Hansen
Telefon: 513070

Sálmar

Tríggir ella fýra sálmar í kirkjuni og ein ella tveir á grøvini.

Ervi

Møguleiki er at hava ervið í Glæmuni.

Lýsing av andláti

Til ber at fara inn á www.kvf.fo. Undir ”andlát” kann sendast kunngerð av andláti. Hetta er ókeypis.

Til jarðarferðina

Brúk er fyri organisti, dekni, klokkara, berarum og sangarum. Hesi skal ein seta seg í samband við og biðja um.

Prestur hevur yvirlit við nøvnum og telefonnr. hjá kirkjutænarum og sangarum.

Eftir jarðarferðina

Tey avvarðandi syrgja fyri, at tað verður gjørt reint í kirkjuni eftir jarðarferðina.