Bátahylurin í kommununi er á Válinum og eru har pláss fyri 55 bátum.

Um borgari ynskir at fáa bátapláss skal umsóknarblaðið sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Umsóknarblaðið finnir tú her

Meira kunning um treytir o.a. í sambandi við umsókn um bátapláss fæst við at lesa reglugerðirnar fyri bátapláss her

 

Vegleiðing um keyp av korti til elnýtslu í bátahylinum á Válinum

Upphæddin upp til kr. 999 skal flytast á konto Bank Nordik 6460 - 201.502.3 hjá Kvívíkar kommunu. Kortið kann heintast á kommunuskrivstovuni, havi kvittan uppá flytingina við. Eitt depositum á 50,- kr. er uppá kortið, og má tað leggjast uppá upphæddina, tá flutt verður fyrstu ferð. Um tú t.d. ynskir at koyra 100,- kr. á kortið, mást tú flyta 150,- kr. fyri fyrstu flyting. Nýggjar áfyllingar verða gjørdar við at flyta upphæddina til kommununa og viðmerkja navn á leigarunum av bátaplássinum, kortið skal dagførast á kommunuskrivstovuni, eftir at peningurin er fluttur á kortið.