Fundarskipan

Tú kanst taka Fundaskipanina niður sum PDF her, tú kanst eisini lesa ymsu greinarnar niðri undir

  • 1.1. Bygdaráðsfundir eru almennir. Bygdaráð kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

    1.2.Fundardagar verða ásettir í byrjanini av árinum og lýstir á heimasíðuni www.kvivik.fo.

    1.3.  Bygdaráðsfundir verða útsettir, um tað vísir seg, at fundurin ikki er viðtøkuførur.  Nýggjur fundardagur verður kunngjørdur á heimasíðuni.

    1.4.  Uttan so at bygdaráðið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri nevndu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:

    Mál har mett verður um persónlig viðurskifti.

    Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.

    Mál um leigu og útleigan av føstum ognum.

    Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi verkætlanum og tilfarsveitingum.

    1.5.  Bygdaráðið ger av á fundi fyri afturlatnum hurðum, um mál skal viðgerast fyri afturlatnum hurðum.  Mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ella bygdaráð krevur tað.

    1.6.  Øll hava atgongd til almennu fundir bygdaráðsins.  Órógvar áhoyrari, ella sýnir hann ikki sømiligan atburð, kann borgarstjórin vísa honum út ella um neyðugt øllum áhoyrarum út úr fundarhølinum.

    1.7.  Bygdaráðslimir hava skyldu at møta á bygdaráðsfundum.  Ber ikki til hjá limi at koma á fund, skal hann boða borgarstjóranum frá áðrenn fundurin byrjar.  Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir ikki vóru á fundi.

  • 2.1. Borgarstjórin býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd. Um limur, í seinasta lagi 8 gerandisdagar frammanundan fundi, skrivliga hevur biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skrá. 

    2.2.  Nevndarformenninir syrgja fyri, at nevndararbeiðið er liðugt í seinasta lagi 4 gerandisdagar áðrenn regluligan bygdaráðsfund.

    2.3.  Borgarstjórin syrgir fyri, at fundarskrá verður send hvørjum limi minst 4 gerandisdagar áðrenn regluligan bygdaráðsfund.

    2.4.  Tá eitt mál er sett á skránna fyri ein vanligan bygdaráðsfund, skal tað tilfar, ið er neyðugt fyri at gera sær eina meting um málið, um tað ikki longu er sent kommunustýrislimunum, verða lagt fram á kommunuskrivstovuni minst 4 gerandisdagar áðrenn fundin.  Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis verða til skjals.

    2.5.  Samstundis sum boðað verður til eykafundar, letur borgarstjórin, í so stóran mun sum møguligt, limirnar vita, hvørji mál koma til viðgerðar á fundinum.  Avgerð um eykafund verður almannakunngjørd, um høvi er til tess.

  • 3.1.  Bygdaráð er viðtøkuført, tá minst helvtin av limunum eru á fundi.

    3.2.  Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin, leiðir bygdaráðsfundirnar. Hann tekur avgerð í øllum spurningum um samráðingarleiðslu, og ansar eftir at fundirnir fara sømiliga fram.  Eisini ger hann av, hvussu spurningar, atkvøtt verður um, skulu orðast.

    3.3.  Hann, ið ynskir at røða á fundinum, skal venda sær til borgarstjóran, ið letur limirnar røða í teirri raðfylgju, teir hava biðið um orðið.  Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna. 

    3.4.  Hvør limur eigur at lýða avgerðum borgarstjórans, tá tað snýr seg um at halda vanligt fundarskil.  Er ein limur tvær ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann bygdaráð eftir uppskoti borgarstjórans nokta honum orðið á hesum fundi.

    3.5.  Øll uppskot til samráðingar verða sett borgarstjóranum.  Tá borgarstjórin heldur orsøk vera til tess, ella tá 3 limir krevja tað, skal orðaskiftið verða lagt niður og uppskotið sett undir atkvøðu, so at endi kann verða fingin á samráðingunum.

    3.6.  Borgarstjórin kann lata bygdaráðið gera av mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.

    3.7.  Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni.  Kortini ger bygdaráð av í hvørji raðfylgju málini verða viðgjørd, um minst 3 limir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.

    3.8.  Tá bygdaráðsfundur byrjar, kann einhvør limur biðja um orðið um fundarskránna, og seta fram uppskot, um mál á fundarskránni skulu viðgerast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum.

    3.9.  Eitt mál verður bert viðgjørt einaferð, um ikki annað er ásett í lóggávuni, ella bygdaráð samtykkir, at málið skal verða viðgjørt tvær ferðir.  Ársfíggjarætlanin og broytingar til fíggjarætlanina skulu tó verða viðgjørdar á 2 fundum.

    3.10.  Við 1. viðgerð verður bert atkvøtt, um málið skal fara til 2. viðgerð.  Hvør limur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn bygdaráð tekur avgerð um, at tað skal fara til 2. viðgerð.  Millum 1. og 2. viðgerð skulu í minsta lagi ganga 24 tímar.  Millum 1. og 2. viðgerð av fíggjarætlanini og broytingum av fíggjarætlanini skulu tó ganga í minsta lagi 14 dagar.

    3.11.  Tá eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið - aftaná 1. viðgerð - verða løgd til eftirlit fyri limirnar, um tað er møguligt.

    3.12.  Mál kunnu koma til umrøðu á lukkaðum fundi í 1. umfari og til viðgerðar á opnum fundi í 2. umfari.

  • 4.1.  Bygdaráðslimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni. 

    4.2.  Bygdaráð ger av, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum limi, at hann ikki eigur at taka lut í fundarviðgerðini og atkvøðugreiðsluni málinum viðvíkjandi.  Um so er, skal avvarðandi fara út úr fundarhølinum meðan málið verður viðgjørt; tó kann honum ikki verða noktað at taka lut í samráðingunum og atkvøðugreiðsluni viðvíkjandi spurninginum, um hann skal fara av fundinum undir málsviðgerðini.

    4.3.  Er líkt til, at bygdaráð tekur avgerð um, at bygdaráðslimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.

    4.4.  Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, bygdaráð ger av, at bygdaráðslimur er ógegningur, kann málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teim møttu kommunustýrislimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.

  • 5.1.  Limir kunnu bert vera við í atkvøðugreiðsluni, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.

    5.2.  Atkvøðugreiðsla fer fram við hondsupprættan.

    5.3.  Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni.  Eitt uppskot er samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti.  Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið felt.  At greiða atkvøðu merkir antin at atkvøða ja ella nei.

    5.4.  Heldur borgarstjórin, at allir bygdaráslimirnir eru samdir, kann hann gera kommunustýrislimunum kunnugt, at málið er samtykt uttan atkvøðugreiðslu.  Mælir bygdaráðslimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.

    5.5.  Val fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu á seðlum, sum borgarstjórin býtir út.  Um borgarstjórin heldur, at bygdaráðið fer at velja ella endurvelja eitt ávíst valevni, kann hann skjóta upp, at avvarandi verður valdur uttan atkvøðugreiðslu.  Krevur eingin limur tá skrivliga atkvøðugreiðslu, er valevnið, ið er skotið upp, valt.

    5.6.  Broytingar og eykabroytingaruppskot kunnu verða sett fram, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað, og ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av einum máli, sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, sí tó petti 5.7.

    5.7.  Í málum, sum skulu verða viðgjørd 2 ferðir, kann bygdaráðið samtykkja at seta eina tíðarfreist fyri at seta fram broytingaruppskot og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskot, og um so er, kunnu slík ikki verða sett fram aftaná at freistin er úti, uttan at bygdaráðið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.

    5.8.  Um broytingar- og eykabroytingaruppskot ikki eru gjørd limunum kunnug, áðrenn tey koma til 2. viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinan vegin, samráðingarnar byrja.

    5.9.  Uppskot um nevndarval og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd, ella til víðari viðgerð í eini fyrr valdari nevnd, kunnu verða framsett, so leingi atkvøðugreiðsla um málið ikki er byrjað.  Verður slíkt uppskot sett fram, aftaná at samráðingarnar eru byrjaðar, verða hesar steðgaðar, og tekur bygdaráð so støðu til, um málið skal fara til nevndarviðgerð.

    5.10.  Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið hvørt eftir annað.  At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingunum.  Fellur upprunauppskotið, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur.  Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður.

  • 6.1.  Tá bygdaráð skal velja ein lim í eina nevnd, stjórn ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir meirilutavalháttinum.

    6.2.  Við meirilutaval er tað valevnið valt, ið fær meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum.  Fæst slíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur.  Fær heldur eingin hesuferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum, verður bundið val millum tey bæði, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður.  Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður kastaður lutur um, hvørji tvey atkvøtt skal verða um við tað bundna valið.  Fær hvørgin teirra meiriluta hesaferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri.

  • 7.1.  Tá bygdaráð skal velja tveir ella fleiri limir í eina nevnd, stjórn ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.

    7.2.  Lutfalsval fer fram eftir hesum reglum:
    Limir bygdaráðsins býta seg í bólkar. Limirnir í hvørjum bólki hava frammanundan boðað borgarstjóranum frá, at teir vilja atkvøða saman við valið, ið skal fara fram.  Limatalið í hvørjum bólki verður býtt við 1,2,3 o.s.fr.  Býtistalið, ið tá kemur fram, ásetir í hvørjum rað hvør bólkur kann velja síni umboð.  Eru 2 ella fleiri býtingartøl eins stór, verður raðfylgjan avgjørd við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.  Tá avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir at siga borgarstjóranum frá beinanvegin, hvør skal verða teirra umboð.  Sigur ein bólkur frá sær rættin til at seta eitt ella fleiri umboð, verða ósettu plássini býtt ímillum hinar bólkarnar á sama hátt, sum tilskilað omanfyri.

    7.3.  Tá nevnd skal verða vald, har limirnir skulu vera bæði úr kommunustýrinum og uttanfyri, fer valið fram í senn millum teir limir, bygdaráð skal velja.  Í tað rað, sessirnir lutast einum bólki, kann hesin tilnevna limir ella ikki-limir í kommunustýrinum, til annað slagið av sessum er sett.

    7.4.  Har borgarstjórin er fastur limur í nevnd, stjórn ella tílíkum, sum bygdaráð velur, verður hansara sessur at rokna sum ein av teimum sessum, sum bólkur hansara hevur rætt til.

    7.5.  Fer bygdaráðslimur í valskeiðnum úr eini nevnd, har hann er valdur av einum ávísum bólki, skal hesin bólkur seta annan lim í hansara stað.

    7.6.  Hevur limur havt forfall í meira enn 14 samfullar dagar, kann bólkur hansara seta annan í hansara stað.

    7.7.  Tilnevnir bygdaráð í semju ella uttan atkvøðugreiðslu ein lim í nevnd, stjórn ella tílíkt, skal samstundis avgerð verða tikin um, hvør bólkur skal fáa avvarðandi sess, um hann verður leysur.

  • 8.1.  Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á bygdaráðsfundi verða skrivaðar í gerðabókina. 

    8.2.  Hvør limur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina.  Snýr tað seg um mál, ið skulu sendast til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður kunnaður um, hvat skrivað er í gerðabókina.  Ynskir avvarðandi bygdaráðslimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran, sum so setir eina tíðarfreist fyri, nær skrivið skal avhendast.

    8.3.  Tá ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av bygdaráðslimunum, sum hava verið á fundinum.  Limirnir kunnu ikki, við at vísa til atkvøðugreiðslu sína, bera seg undan at skriva undir gerðabókina.

  • 9.1.  Bygdaráslimir hava skyldu til fyribils at halda seg til avgerð borgarstjórans viðvíkjandi spurningum um, hvussu tað, ið ásett er í hesi fundarskipan, skal skiljast.  Málið kann tó leggjast fyri bygdaráð á næsta fundi.

  • 10.1.  Uppskot til broytingar í hesi fundarskipan og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum bygdaráðsfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.

    Samtykt á bygdaráðsfundi:

    • 12.04. 2021 1. viðgerð
    • 10.05. 2021 2. viðgerð

    Dagførda fundarskipanin fær gildi hin 01.06.2021.

                                                                                           

    Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri