Mentanarstuðul
Kvívíkar kommuna lutar á hvørjum ári út stuðul til feløg, bólkar ella einstaklingar.
Sambært kommunufulltrúini, ið lýsir heimildini hjá kommununum at stuðla, er grundleggjandi treyt, at stuðulin verður stílaður beinleiðis til borgararnar í kommununi tvs. at grundreglan er, at Kvívíkar kommuna kann einans veita stuðul til frama fyri borgararnar í kommununi.
Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina hjá Kvívíkar kommunu.
Skrivlig umsókn um stuðul skal vera kommununi í hendi ávikavist innan 1. apríl og 1. oktober.
Áðrenn umsóknin verður viðgjørd, skulu feløg, bólkar ella einstaklingar lúka hesar treytir:
Stuðul
Feløg, bólkar ella einstaklingar sum fáa stuðul skal verða til frama fyri borgarar í Kvívíkar kommunu.
Limalisti
Endamálið við stuðlinum skal grundgevast.
Roknskapur
Kommunan tilskilar sær rætt til at biðja um avrit av gerðabókini frá aðalfundinum. Gerðabókin skal prógva, at grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna biðja um avrit av roknskapinum.
Umsókn um stuðul
Kravdir teigar eru merktir við eini stjørnu