Drekkivatnið á Válinum
Skrúvað verður fyri vatninum á Válinum
Vegna arbeiði á vatnleiðingina á Válinum, verður skrúvað fyri vatninum á Válinum, hósdagin 27. februar frá kl. 10.00 og so leingi arbeiðið varir.
Enn verður mælt til at kóka vatnið á Válinum.
Onnur tíðindi
Í komandi viku (viku 14) byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.
Vegna Kvívíkar kommunu verða 6 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Kommunuskrivstovan er stongd frá 30. mars. Opið verður aftur týsdagin 7. apríl. Ruskplássið er stongt páskaaftan og 2. páskadag.