Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 1. mai 2025, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og harvið at hjálpa teimum til ein tryggan uppvøkstur.
Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist Barnaverndarnevndina og Høvuðsbarnaverndarnevndina.
Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.
Vit ynskja, at tú hevur:
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Góð samstarvsevni
- Royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
- Kt-førleika á brúkarastøði
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
- Gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.
Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2025, og skal sendast til:
beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.
Ella til:
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
FO - 400 Oyrarbakki
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Onnur tíðindi
Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv, við lønarbrotið 0,8, frá 18. mars til 20. juni 2025 Okkum tørvar lærara við áhuga fyri serøkinum til tvílæraraskipan í grunddeild. Tú kemur at undirvísa í rokning, føroyskum, kristni og donskum.
Til øll ferðavinnuáhugaði í Kvívíkar kommunu, sum hava - ella sum hugsa um at gera eitthvørt tilboð til ferðavinnu.
Kókitilmæli á Válinum er ikki galdandi longur.