Kvøldseta
“Lív og virki hjá Jóan Petur Uppi í Trøð”
Kvøldseta verður mikukvøldið 23. apríl kl. 19.00 í Frøishøllini, við forkunnugum fyrilestri, sangframførslum o.ø. ið er tengt at Jóan Petur Uppi í Trøð, og tíðini hann livdi og virkaði í Kvívík seinna partin av 1800 talinum.
Kvøldsetan verður samstundis ein markering av, at húsini har Jóan Petur vaks upp og búði sum vaksin, nú eru endurreist, og standa sum ein virðiligur varði og savn yvir rithøvundan og skaldið Jóan Petur uppi í Trøð.
Tað er Grækaris Joensen, ið hevur staðið fyri at endurreisa húsini.
Aftaná kvøldsetuna í Frøishøllini verður høvi at vitja húsini og savnið har okkurt gott eisini verður til matna.
Kvívíkar Sóknar Fornminnisfelag
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.