Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini
mikudagin 19. august 2026 kl. 0900.
Møtt verður við bústaðin á Heygnum 9 í Kvívík.
Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar
Markatalsbygd, og
aftaná verður farið til umhvørvisplássið uppi á Brúnum, sum kommunan søkir um at víðka.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður
Onnur tíðindi
Skrá til kommunustýrisfundin hósdagin 29.10.2026 kl. 15:30
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.