Várvikan í Kvívík 2025
Sí skránna her
Týsdagin 22. apríl:
Kl. 15:30 -17: Áarlon letur dyrnar upp.
Kl. 20 Vinnukvøld í Frøishøllini:
- Spírar & Sporar greiða frá undir heitinum "Frá Babylon til Grótbrotið í Sandavági" (Magnus Frederik Magnusson)
- Faer Isles Distillery greiðir frá undir heitinum "Føroyskar matarurtir, tari og undirsjóvarvatn" (Dánjal Hoydal)
Mikudagin 23. apríl:
Kl. 19: Í Frøishøllini
- Kvívíkar Sóknar Fornminnisfelag skipar fyri IPG kvøldsetu við forkunnugum fyrilestri, sangframleiðslum o.ø. undir heitinum "Lív og virki hjá Jóan Petur Uppi í Trøð".
- Aftan á kvøldsetuna verður høvi at vitja húsini og savnið, har okkurt gott eisini er til matna.
Hósdagin 24. apríl:
Kl. 14 - 17: Kvívíkar Skúli
- Opið hús. Skrá, sí heimasíðu skúlans www.kvivikarskuli.fo
Fríggjadagin 25. apríl - flaggdagin:
Kl. 14 - 18 Í skúlanum:
- Kvøldskúlin hevur framsýning
Kl. 14: Í skúlanum:
- Flaggdagshald. Súsannna Mortensen flytur fram røðu. Vestmanna Hornorkestur luttekur.
- Aftaná verður kondibingo og tombola í skótagaraguni. Kaffi verður til keyps inni í skótahúsinum.
Leygardagin 26. apríl:
Kl. 10: Í Glæmuni:
- Kvívíkar kommuna bjóðar morgunmat.
Fyrireikararnir
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.