Kristian Martin Elmelund Kjærbæk útlærdur húsavørður
Hósdagin 8. mai fekk Kristian Martin handa lærubræv nú hann er útlærdur húsavørður.
Í hesum sambandi var ein lítil hátíðarløta saman við starvsfeløgum á kommunuskrivstovuni.
Útbúgvingin sum húsavørður, er ein sera fjølbroytt útbúgving, har ein fær grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum og el- og vatnveitingum. Man lærir um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur og mangt annað.
Kvívíkar kommuna ynskir Kristian Martin hjartaliga tillukku við útbúgvingini, og blíðan byr á yrkisleið síni.
Onnur tíðindi
Í samband við, at kommunurnar skulu lata inn ferðavinnuætlanir til Landsstýrið, verða heimafólk, festarar og hagastýri bjóðað á fund. Borgarafundurin verður í Kvívík hóskvøldið 5. mars, kl 19:00 í Glæmuni. Kvívíkar kommuna
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag, 27. februar 2026 og í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.