Í sambandi við at gera kloakkarbeiði í Kvívík liðugt

Í summar er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðinum at gera kloakkina lidna í Kvívík.
Í hesum umfarinum, verður farið undir at fáa kloakkina lidna á Kirkjuvegnum, og verður hetta arbeiðið gjørt í trimum stigum.
Fyrst skal eitt reinsiverk setast niður. Reinsiverkið verður sett niður Niðri í Urð, og meðan hetta verður gjørt, verður ikki koyrandi millum tær reyðu strikurnar á fyrstu myndini.
Tá reinsiverkið er komið uppá pláss, verður farið undir at leggja kloakkina. Arbeiðið á sjálvum Kirkjuvegnum verður gjørt í tveimum. Fyrst verður grivið frá gamla kirkjugarði og niðan til brandstøðina. Tá hetta er liðugt, verður farið undir arbeiðið frá brandstøðini og niðan til Junkaravegin. Meðan arbeiðið verður gjørt, er Kirkjuvegurin stongdur fyri gjøngnumkoyring. Hesa tíðina verður koyrandi á Túni.
Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja fyrst í komandi viku. Tað er tó ikki til at vita, hvørjar forðingar kunnu vísa seg at fara at vera, meðan arbeiðið verður gjørt, og tí er ilt at siga, nær arbeiðið verður liðugt.
Kvívíkar kommuna vónar, at borgarin fer at bera yvir við, at forðingar fyri ferðslu - bæði koyrandi og gangandi - verða í økinum, meðan arbeitt verður.
Onnur tíðindi
Tá U21 hondbóltlandsliðið fór av landinum í vikuni, vóru ikki færri enn tríggir válamenn við á ferðini.
Hósdagin í farnu viku var hátíðarhildið, at Jette Johansen hevur starvast sum vaskikona í Kvívíkar skúla í 15 ár.