Árligi gongutúrurin 2. hvítusunnudag
Tann 9. juni skipar kommunan saman við hagastýrinum í Frammihaga fyri gongutúri av Mýrunum og niðan á Sneis. Síðani verður gingið oman eftri Stígunum, oman í dalin norðan fyri Leynavatn, vanliga kallað "Frammi í Dal", har borðreitt verður við suppu og øðrum góðum á rættini hjá Frammihaga.
Sera náttúruvakurt er Frammi í DAl, og eisini eru góðar umstøður hjá børnum og øðrum barnsligum sálum at spæla í ánni, fanga síl og annars bara njóta vøkru náttúruna har um leiðir.
Byrjað verður úr Kvívík kl. 14.00, har bussur koyrir fram á Mýrarnar omanfyri Vestmanna.
Tiltakið verður liðugt uml. kl. 19.00. Bussur koyrir frá Leynavatni og heim til Kvívíkar.
Tilmelding áðrenn 4. juni 2025 á tlf. 662400 ella á teldupost bústað kvivik@kvivik.fo
Havi góð gangiklæðir við.
Minnist til at hundar mugu ikki takast við í hagan.
Onnur tíðindi
Annar fyribilsplanur varð lagdur fram á fundi í Frøishøllini 5. nov. 2025.
Skattalistin fyri Kvívíkar kommunu 2024 liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 30.10.2025 til og við 13.11.2025.