Kvívík svimur

Útgivið 5. juni 2025

Ein sera góð og væl fyriskipað vika er farin aftur um bak. Hellufossur hevur tikið stig til og staðið á odda fyri einari rimmar viku við rørslu, hugna og undirhaldi, sum hevur verið fyri alla familjuna – ung sum eldri. Skráin hevur verið serstakliga fjølbroytt og hevur veruliga havt allar aldursbólkar og ymiskleika í huga.

Tað hava verið alskyns hugsandi tiltøk á skránni. Fyri at nevna nøkur teirra, so hevur svimjing verið fyri øll ættarlið - heilt frá pinkubørnum til eftirlønarfólk. Hugni og vælvera vóru væl vitjað eins væl og omanfyri 100 fólk stríddust leygardagin við at svimja fyri sín býling ella bygd fyri at vinna heiðurin sum mest svimjandi øki. Roynd eins væl og óroynd hava roynt seg sum dypparar alla vikuna. Summi fingu bert stórutá á bláman, og onnur svumu nógvar metrar í kalda sjónum.  

Onnur rørsla enn bert svimjing hevur eisini verið á skránni. M.a. varð runnið/gingið við Jónasi Isaksen á odda. Tá varð endað í Heinahyli ella Gamla svimjihyli, sum hann eisini verður nevndur. Nógv fólk savnaðust í kalda uttandura hylinum. 

Stórt vatnkríggj var Niðri í Urð. Børn og barnsligar sálir fingu karm. Nógv kavaðu á bláman og svumu í bátahylinum, og onnur royndu seg sum rógvarar á Junkaranum. 

Sunnudagurin var seinasti dagurin á hesum sinni. Tá svumu nógvir av svimjarunum hjá Hellufossi í ein heilan tíma til frama fyri stuðul. Peningur skal til fyri at reka eitt væl drivið felag, sum Hellufossur er.  

At vit í Kvívíkar kommunu hava eitt so væl virkandi og virkið felag er eldsálum fyri at takka. Nevndin, við Sáru Midjord á odda, er ótrúlig. Felagið er nærum spildurnýtt enn – bert hálvtannað ára gamalt. Tey arbeiða miðvíst og áhaldandi og seta sær mál, sum verða rokkin, so hvørt sum felagið fær fleiri og fleiri royndir. Nevndin er so ómetaliga dugnalig, ótroyttilig og treisk. Somuleiðis dugir nevndin væl at fáa foreldur og avvarðandi virkin, og hesi eru fegin um at rætta eina hjálpandi hond. Slíkum eldsálum sum nevndina í Hellufossi hevur eitthvørt bygdasamfelag veruliga tørv á, tí uttan hesi fantastisku fólkini, bar einki til. Hetta hevur verið eitt serstakliga savnandi tiltak, sum stuðlar undir trivnað fyri øllum borgarum í sóknini. Stóra tøkk tit ótrúligu fólk, sum hava skipað fyri. Vit vóna, at talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí eg haldi meg vita, at fleiri longu gleða seg til næstu ferð. 

Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini 

 

Onnur tíðindi