Ung í arbeiði 2024
Av tí at so lítil undirtøka er millum næmingar sum verða lidnir í 9. flokki í summar, verður hetta tilboði eisini galdandi fyri eldri skúlanæmingar.
Kvívíkar kommuna bjóðar aftur í ár ungdóminum at gera smærri umvælingar, so sum at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Arbeiðið gongur fyri seg millum 24. juni og 5. juli.
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Kvívíkar kommunu, sum verða lidnir við 9 og 10 flokk í summar. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur. Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin frá kl. 8 til 16, fimm dagar um vikuna.
Tilmelding fer fram við at koma inn á kommunuskrivstovuna, ella við at ringja 662400 ella 292408, eisini kann fráboðan sendast við telduposti til kvivik@kvivik.fo.
Í tilmeldingini skal upplýsast navn, telefonnummar, adressa, teldupostadressa, p-tal og kontonummar.
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.