Móttøka fyri U21
Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum.
Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna skipa saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum.
Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið.
Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna og VÍF siga nøkur orð.
Kom og heilsa uppá!
Kommunurnar bjóða kaffi, saft og okkurt søtt.
Landsliðshópurin kemur aftur til Føroya í kvøld. Í morgin eru allir spælarar og venjarar bodnir út í Tinganes til móttøku.
(Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)
Onnur tíðindi
Sí tilmelding og skrá her.
Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt áðrenn veturin.