VEKS fær nú eitt Eldraráð
Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5, at taka undir við einum uppskoti frá formanninum, Jógvan Kruse, um at skipa eitt eldraráð fyri VEKS.
Uppgávan hjá Eldraráðnum er at upplýsa, ráðgeva og tilmæla tiltøk, sum byggja upp samskiftið millum eldra borgaran og VEKS.
Ætlanin er sostatt at hvør kommuna sær samtykkir nýggja leistin hjá Eldraráðnum, og at valið til Eldraráðið verður í í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum
“Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið vit hava í VEKS”, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður.
Nærri kunning fæst við at venda sær til stýrisformannin í VEKS, Jógvan Kruse, tlf. 228844.
Onnur tíðindi
Skrá til bygdarráðsfundin hósdagin 01.10.2026 kl. 15:30
Skráin verður borin út í viku 39. Tilmeldingin hjá Kvívíkar kvøldskúla fer fram á heimasíðuni www.kvivik.fo frá 6. oktobur kl. 15.00 og til 10. oktober 2026 kl. 12:00.
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.