Arbeiðsfólk til arbeiðstoymið hjá Kvívíkar kommunu

Útgivið 14. januar 2026

Kvívíkar kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólkið til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 16. februar 2026 ella skjótast tilber.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og samstarvssinnaðum fólki til hetta virksemið.

Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á trivnaðin bæði hjá starvsfólki og hjá borgarum, og at veita fleiri og betri tænastur til allar okkara borgarar.

Í arbeiðstoyminum starvast formaður, tøknileiðari og fimm fólk. Arbeiðsøkið hjá arbeiðstoyminum er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum í øllum bygdum í kommununi. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

 

Starvsinnihald

·         Halda vegakervið við líka

·         Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós

·         Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið

·         Graving í sambandi við jarðarferðir

·         Hjálpa til á grønu økinum eftir tørvi

·         Kavagrevstur og salting

·         Viðlíkahald og fríðka um bygdirnar

 

Førleikakrøv

·         Koyrikort B

·         Stórt koyrikort, koyrikort til viðfestivogn og kranaloyvi er ein fyrimunur

·         Góðan tekniskan førleika og/ella tøkniligan sans

·         Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur

·         Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði

·         Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi

·         Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt

·         Umráðandi er, at viðkomandi er røkin, jaligur, væl skipaður, dugir væl við fólki og er tænastusinnað/ur

Talan er um tímalønt fulltíðar starv, 40 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelagið.

 

Meira fæst at vita

Um hetta hevur tín áhuga ber til at venda sær til Magnus Svarthamar, arbeiðsformmann á telefon 292401 fyri at fáa nærri upplýsingar.

 

Umsókn

Umsóknin skal sendast til kvivik@kvivik.fo

 

Freist

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 06. februar 2026 kl. 12:00

 

Um Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna er virkin og fjølbroytt kommuna við umleið 600 íbúgvum. Kommunan fevnir um bygdirnar Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skæling.

Onnur tíðindi